Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) heldur, at uppskotið um skatting av pensjónum við inngjaldi hevur týðandi veikleikar. Uppskotið leggur upp til, at tann parturin av inntøkuni, sum fer til pensjón, skal skattast við 40%. Sostatt verður uppsparingin skattað harðari enn onnur inntøka.
- Hetta fer neyvan at økja um áhugan fyri uppsparing. Um skatturin verður goldin við inngjald ella útgjald er sum so líkamikið fyri uppspararan, sigur felagið.
Lagt verður aftrat, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag fer hinvegin ikki mótmæla, at løntakarar fáa ein hart tiltrongdan skattalætta.
- Umráðandi er at hava í huga, at sjálvt eftir broytingina koma vit at hava heimsins hægsta skattatrýst á vanligari lønarinntøku.
Felagið heldur, at hugtakið flatskattur helst er er nakað misskilt.
- Núverandi skattastigi er progresssivur við fimm stigum. Flatskattauppskotið hevur eisini ein progressivan skattastiga, men nú við fýra stigum. Hægri inntøkurnar koma framvegis at gjald mest, bæði krónum og prosentum, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag.