Topaz
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, var ein teirra, sum sá innslagið í Degi & Viku í gjárkvøldið um eitt nú sms-samskiftið, sum verið hevur millum manningina á Topaz og reiðaran.
- Í eini starvssetan hava báðir partar skyldu til at virða tær reglur, sum eru galdandi, og eg dugi ikki at síggja, at slíkt samskifti, sum hyggjarin var vitni til á skíggjanum, kann loysa upp fyri spentu støðuni millum partarnar. Samskiftið vísir, at báðir partar eru ógvuliga misnøgdir, samstundis sum reiðarin vísir á, at tað nyttar monnum einki at fara í fjølmiðlarnar við slíkum máli, tí tað er bert hann, sum kann loysa tað.
Eyðstein sigur, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag einki hevur hoyrt aftur til manningina á Topaz, sum liggur í Las Palmas, men hann heldur, at Samtak, sum eitt nú umboðar Føroya Fiskimannafelag, er í gongd við okkurt, sum hann tekur til.
- Manningin vendi sær til okkum, og vit gjørdu av beinanvegin at kunna reiðaran, manningarfeløg, myndugleikar og teir, sum fíggja verkætlanina við Topaz, um støðuna.
Svar á veg
Eyðstein sigur, at tá ið Topaz er skrásettur undir føroyskum flaggi, eru sjómannalógin og lógin um trygd á sjónum galdandi. Umframt hesar lógir, eru ymiskar kunngerðir helst eisini galdandi fyri manningina umboð føroyska risatrolaranum hjá Bjarta Mohr.
- Eg havi soleiðis vent mær til Skipaeftirlitið í tveimum umførum – fyrst tíðliga í august og síðan aftur herfyri. Aftrat teimum brøvum, sum vit hava fingið frá manningini, hava vit heft onkrar spurningar við hesum brøvum. Vit hava eitt nú spurt eftirlitið, um manningin, sum er umborð á Topaz, hevur ta vernd, sum lóg og kunngerðir á økinum áseta.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag sigur, at soleiðis, sum hann hevur skilt, er eitt svar nú á veg frá Skipaeftirlitinum.
- Eg havi nevnt tað áður og kann endurtaka, at føroysku fíggingarstovnarnir, sum hava fíggja verkætlanina við Topaz, áttu at víst ábyrgd og traðkað til, nú tað vísir seg, at fiskimenn eru komnir illa fyri.
Hann heldur, at føroysku fíggingarstovnarnir í minsta lagi áttu at verið við til at loyst “menniskjansligu tragediuna” í hesum máli, sum hann tekur til.
- Eg havi ikki tosað við reiðaran, Bjarta Mohr, aftur, og eg eri heldur ikki vísur í, hvussu stór manningarkrøvini eru.
Sosialurin hevur skilt, at talan er um einar 300.000 evrur, sum svarar til umleið 2,5 miljónir krónur, men hetta tal er ikki váttað.
Krevja arrest
Eyðstein Djurhuus sigur, at altjóða fiskimannadeildin hjá ITF hevur umboðsmann í Las Palmas og tað, sum hesin kann gera í einum slíkum máli, er eitt nú at krevja arrest av Topaz.
- Hetta er sjálvandi ein møguleiki, og við møguligari sølu av skipinum liggja manningarkrøv, havnagjøld og slíkt fremst í røðini.
Hann vísir á, at framferðarhátturin við at krevja arrest í einum skipi gongur fyri seg á tann hátt, at arrestin fyrst verður kravd, og síðan skal tann, ið krevur arrestina, koma við eini stevning innan eina ella tvær vikur. Síðan kann úttøka gerast í skipinum.
- Hetta er ein tilgongd, sum tekur tíð og tann, sum krevur arrestina, noyðist eisini at veita eina peningatrygd, sum er størri enn krøvini – í fall, at reiðarin vinnur rættarmálið og krevur endurgjald.
Keðiligt mál
Eyðstein Djurhuus sigur, at tað er so lítið, sum manningarfeløgini í Føroyum kunnu hjálpa fiskimonnunum umborð á Topaz við, men Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur mælt teimum til at seta seg í samband við føroyskan sakførara, sum síðan kann royna at loysa málið – og møguliga krevja arrest av skipinum, sum er hin drastiski vegurin at ganga.
- Hetta er eitt ógvuliga keðiligt mál, bæði fyri teir fiskimenn, sum eiga hýru til góðar og hjá reiðaranum, sum ikki hevur verið førur fyri at hildið sínar skyldur mótvegis manningini, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.










