FSM 2017 á Kongabrúnni í dag

Føroya sterkasti maður: Nýtt blóð og nýggj ætlan

Tiltakið Føroya sterkasti maður verður á ólavsøku í ár. Tiltakið verður nú partur av skránni ólavsøkudag, men tað eru eisini aðrar broytingar. Bjarni Nielsen er farin frá at verða tann nýggi og ungi, til at verða tann royndasti.

 

Tiltakið Føroya sterkasti maður hevur havt góða undirtøku seinnu árini, men í ár hava fyrireikarnir valt at royna nakað nýtt, so nýtt lív kemur í kappingina. Í ár verður hon ólavsøkudag á Kongabrúnni. Kappingin byrjar klokkan 14.

 

Tað eru fleiri nýggja andlit við í kappingini hesaferð. Tað eru bara nøkur ár síðani, at Bjarni Nielsen var tað nýggja andlitið í føroyska sterkmansumhvørvinum, men nú er hann stóri favoritturin við royndunum. Hann heldur skemtiliga fyri, at tað tók hon bara trý ár rudda allar teir eldru sterkmenninar út. Her er eitt yvirlit yvir kappingina og luttakararnar í FSM 2017.

 

Øvilsini eru:

1. ”Truck pull” 20 metrar. 75 sekund tídarmark.

2. ”Grip hold” Tann, ið heldur longst vinnur

3. ”Last man standing deadlift” Menn skulu lyfta øll lyftini. Byrjað verður við 250 kilo, og veksur við 25 kilo fyri hvørt lyft.

4. ”Axle press” 110 kiloupp um høvd. Oftast upp á 75 sekund vinnur

5. ”Frame carry” Bera 275 kilo tvær ferðir 15 metrar, ella sum longst í 75 sekund

6. !Atlas steinar! 100, 110, 120, 140 og 160 kg skulu lyftast 140cm. 75 sekund tídarmark.

 

Profilar: 

Navn: Bjarni Nielsen

Aldur: 29 ár

Hædd: 186cm

Vekt: 137kg

Hvussu lengi hevur tú trenað: 5 ár

Favorit deciplin: Frame carry

FSM royndir: 2013-2016

 

Navn: Hans José Poulsen

Aldur: 26 ár

Hædd: 183cm

Vekt: 100kh

Hvussu lengi hevur tú trenað: 5 ár

Favorit deciplin: Deadlift

FSM royndir: ongar

 

Navn: Oddur Højgaard

Aldur: 23 ár

Hædd: 180cm

Vekt: 142kg

Hvussu lengi hevur tú trenað: 5 ár

Favorit deciplin: Squat

FSM royndir: Ongar

 

Navn: Helgi Lamhauge

Aldur: 24 ár

Hædd: 175cm

Vekt: 90kg

Hvussu lengi hevur tú trenað: 7ár

Favorit deciplin: Deadlift

FSM royndir: 2013-2016

 

Navn: Óli Arnfríduson Andresen

Aldur: 28ár

Hædd: 190

Vekt: 135kg

Hvussu lengi hevur tú trenað: 8ár

Favorit deciplin: Truck Pull

FSM royndir: 2010, 2012, 2016

 

Navn: Árni Neshamar

Aldur: 20ár

Hædd: 193cm

Vekt: 130kg

Hvussu lengi hevur tú trenað: 4ár

Favorit deciplin: Power Stairs

FSM royndir: Ongar