FSF: Vit leita eftir loysnum til feløgini

Fótbóltssambandið arbeiðir við loysnum, sum skulu geva føroyskum feløgnum stuðul

Í gjár boðaði evropesiska fótbóltssamgongan, UEFA, frá at øll 55 limalondini fingu útgoldið 32 milliónir krónur í part frá HatTrick-grunninum. Fleiri miðlar hava skrivað, at talan er um ein koronahjálparpakka, sum fótbóltssambondini frítt kunnu brúka. So er ikki.

- Hetta er pengar, sum vit hava roknað við, so hetta eru ikki nýggir pengar, tíverri. Tað, sum UEFA hevur gjørt her, er at frígeva likvitet og hevur slept bindinginum, sum vanliga fylgja við. Men orsaka av at vit longu hava játtað pengarnar til Tórsvøll, so kunnu vit ikki deila pengarnar út til nakað annað, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum.

Hann leggur tó dent á, at tað verður arbeitt við at finna eina loysn, so feløgini kunnu fáa hjálp. Millum annað hevur arbeitt verið við at fáa útgoldið HatTrick-pengarnar fyri 2021.

- Vit hava roynt at fingið UEFA at gjalda úr HatTrick grunninum fyri komandi útgjald eisini, men tað fingu vit avslag uppá. Tað ætlaðu vit at fáa ígjøgnum fyri at hjálpa feløgunum, men tað hava vit ikki fingið í gjøgnum enn. So tíverri eru ongir nýggir pengar í hesum, sum vit kunnu gjalda út til feløgini. Pengarnir eru longu játtaðir til okkara fíggjarætlan. Vit arbeiða við at finna útav hvørjir møguleikar eru. Vit eru í dialogi við UEFA og tað arbeiði er sum so ikki liðugt, sigur Christian F. Andreasen og leggur afturat:

- Vit vita ikki hvussu okkara egna støða verður av hesum. Vit kenna ikki avleiðingarnar av framtíðarinntøkunum orsaka av koronakreppuni. Korona hevur eisini havt sína ávirkan á inntøkurnar hjá UEFA, tí EM-endaspælið er útsett í eitt ár og Champions League finalan er útsett, so tað stendur nógv upp á spæl. Vit kenna ikki okkara endaligu fíggjarstøðu fyrr enn kreppan er liðug. Tað ger eisini, at vit fáa ikki disponerað pengar til feløgini beint nú. Vit halda fram at arbeiða við tí og hava kunnað feløgini um tað. Vit eru bara ikki komnir hartil, at vit kunnu taka eina endaliga avgerð beint nú. Tað má koma eitt sindur seinni, sigur forsetin í Fótbóltssambandinum. 

HatTrick-grunnurin hevur stóran týdning fyri FSF

UEFA hevur givið øllum londunum 32 milliónir krónur í part. Tað merkir, at føroyska Fótbóltssambandið fær eins nógvar pengar, sum eitt nú tað enska, týska og spanska Fótbóltssambandið.

- Tað, sum er eitt sindur sermerkt við HatTrick-grunninum er, at hann verður deildur eins til øll limalondini. Tí fáa øll útgoldið somu grundupphædd. Tí hevur HatTrick-grunnurin stóran týdning fyri tey smærru fótbóltssambondini, meðan tey størru hava aðrar inntøkur, sigur Christian F. Andreasen og leggur at enda afturat:

- Tað, sum UEFA hevur gjørt her, er at frígeva likvitet og hevur slept bindinginum, sum vanliga fylgja við. Men orsaka av at vit longu hava játtað pengarnar til Tórsvøll, so kunnu vit ikki deila pengarnar út til nakað annað, sigur forsetin í FSF.

Føroyskur fótbólur fer aftur á rull 9. mai.

FM1: Samrøða við Christian F. Andreasen