Á heysti 2001 skrivaði GÍ sáttmála við leikara um at leika fyri felagið kappingarárini 2002 og 2003. Í sambandi við undirskrivingina rindaði GÍ leikaranum 30.000 kr. fyri undirskrivingina og harumframt rindaði GÍ øðrum felagið 10.000 kr. fyri leikloyvi hjá leikaranum. Sáttmálin var eftir galdandi ásetingum góðkendur av Fótbóltsambandi Føroya, sum tók 500 kr. fyri góðkenningina. Tilsamans var innleiðandi kostnaðurin 40.500 kr. umframt mánaðarliga løn til leikaran í sáttmálatíðarskeiðinum. Eftir kappingarárið 2002 ynskti leikarin at verða loystur úr sáttmálanum fyri at fáa meira tíð til familju og møguliga eisini at leika á lægri stigi. GÍ boðaði frá, at hetta var í lagi um leikloyvi var verandi hjá GÍ, soleiðis at støða kundi takast til leikloyvi, tá tað gjørdist greitt á hvørjum stigi leikarin fór at leika. Leikarin ynskti ikki at ganga hesum á møti, og tí var leikarin ikki loystur úr sáttmálanum. Av tí at leikarin yvir longri tíð eftir hetta ikki yvirhelt ásetingar frá venjaranum, gjørdi GÍ av at boða leikaranum og Fótbóltsambandi Føroya frá, at felagið ikki longur metti seg vera bundið av fíggjarligu skyldunum mótvegis leikaranum ? tvs. hava skyldu at rinda mánaðarligu lønirnar. Stutt eftir hetta ljóðaði, at leikarin hevði gjørt avtalu við annað 1. deildarfelag í Eysturoynni og beint undan byrjanini av steypakappingini varð GÍ biðið um at leysgeva leikloyvi til nevnda felag. GÍ gav eina leysgeving, sum var treytað av einum gjaldi á 25.000 kr. Nakað seinni kom skriv frá aðalskrivaranum í Fótbóltsambandi Føroya, um at hesin hevði tikið støðu til, at leikloyvi kundi leysgevast uttan samsýning. Hetta var gjørt uttan at seta seg í samband við GÍ fyrst. Tvs. ein leysgeving uttan góðkenning frá GÍ, sum er rættuliga óvanligt! GÍ sendi síðan skriv til Fótbóltsamband Føroya við kæru um framferðarháttin og í tí sambandinum var kravt 1) at leikloyvi var flutt aftur til GÍ beinanvegin ella 2) at FSF veitti trygd fyri teimum kravdu 25.000 kr. Tað hevur ljóðað at ósemja hevur verið í nevndini í FSF um framferðarháttin hjá aðalskrivaranum, men at støða var tikin til at beina málið í kappingarnevndina, sum skuldi hava fund stutt eftir. Enn er eingin fundur hildin í kappingarnevndini, og nevndin í GÍ metir tí, at tíð er at greiða nærri frá málinum. Nevndin í Gøtu Ítrótarfelag kann á ongan hátt góðtaka framferðarháttin hjá aðalskrivaranum í FSF, sum við sínum framferðarhátti ikki virðir sáttmálaviðurskiftini millum GÍ og leikara. GÍ átalar eisini at nevndin í FSF eftir hetta ikki tekur støðu í málinum. Við slíkum framferðarhátti er tað okkara áskoðan at virði á sáttmálum, sum eru góðkendir av FSF, er sera ivasamt.










