Fótbóltur
Reglur hjá ÍSF fyri dómsnevndir innan ÍSF
»Avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar og kunnu ikki broytast av øðrum myndugleika enn Ítróttadómstóli ÍSF«
Reglur hjá FSF fyri dómsnevndir innan ÍSF
»Avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar og kunnu ikki broytast av øðrum myndugleika, t.d. aðalfundi, tó undantikið avgerðir, ið reka feløg ella einstaklingar úr ÍSF«
Staðfestingarnar í reglunum hjá ÍSF og FSF eru ymiskar, hóast hesar snúgva seg um júst somu nevndir. Og hetta tykist vera stóri knúturin, nú FSF hevur sent ÍSF bræv, har FSF mælir frá, at Ítróttardómstólurin skal viðgera málið um Páll M. Joensen.
Reglurnar eru enn ikki broyttar
Hóast FSF soleiðis ikki hevur dagført viðtøkurnar fyri dómsnevndina, síðani Ítróttardómstólurin varð settur á stovn fyri fáum árum síðani, so er neyvan ivi um, at tað enn eru reglurnar hjá ÍSF, sum FSF virkar undir.
Dagføringar í hesum sambandi eru ávegis. FSF hevur samtykt nýtt lógarverk, sum at kalla ger upp við bygnaðin, sum higartil hevur verið galdandi innan ÍSF. Tær lógirnar fáa gildi frá 1. januar komandi, og til ta tíð ætlar ÍSF eisini at broyta sínar viðtøkur, soleiðis at stríð ikki verður millum ymsu sersambondini um, hvussu ÍSF eigur at virka.
Men hóast føroyingar í hesum døgum hava tosað nógv um visjón 2015, so eru vit enn ikki komin til 1. januar 2007. Og tí kann FSF illa bera seg undan, at tað framhaldandi er ÍSF, sum hevur seinasta orðið í føroyskum fótbólti.
Fótfinta ella styrkisroynd
Men eftir øllum at døma er tað júst hetta, sum FSF vil hava. Við ikki at vilja útflýggja Ítróttardómstólinum skjøl úr málsviðgerð síni, setir FSF seg beinleiðis ímóti, at nakar ítróttarinstansur skal vera hægri enn FSF sjálvt.
Spurningurin er so, hvørt talan er um fótfintu, sum hevur til endamáls at grugga málið um Páll M. Joensen, ella hvørt talan er um eina endaliga styrkisroynd mótvegis ÍSF.
Sleppa prinsippum upp á fjall
Eitt er, hvørt talan er um solorenning, fótfintu ella bara politikk. Annað og helst eins týdningarmikið er, at FSF við hesum snøgt sagt noktar feløgum at testa tesurnar, sum FSF hevur um mál og málsviðgerð av ymsum slag.
Higartil hevur málið um Páll M. Joensen púra greitt gingið eftir fordømum. Púra rætt skuldu vit kanska lagt afturat, tí hvørki kappingar- ella dómsnevnd meta seg vanliga hava heimild at fara inn at broyta mannagongd, tá talan er um præcedens-dómar.
Tí skal tað júst vera ein slíkur dómstólur, sum tekur slíka avgerð um hon skal takast. Og fyri bæði HB og føroyskan fótbólt hevur tað væl áhuga at fáa stafðest, hvørt galdandi umsiting av lógarverkinum er røtt ella ikki.









