FSF vil hava dystin útsettan

Sambært skránni skulu Føroyar og Ukreina spæla EM undankappingardyst á Svangaskarði nú leygardagin.

Men verður tað, sum FSF vil, so verður dysturin ikki spældur leygardagin. Kavi fjalir vøllin á Toftum, og í løtuni eru vánirnar smáar fyri, at tað fer at bera til at spæla leygardagin.

Tí hevur FSF heitt á Ukreina og hinar tjóðirnar, sum eru í bólkinum, um at geva loyvi til, at dysturin verður útsettur.

Um loyvi skal gevast til at útseta, so skulu allir partar í bólkinum geva sítt samtykki. Umframt Føroyar og Ukreina er talan er um Georgia, Litava, Italia, Frakland og Skotland.

Skotið verður upp, at dysturin ímóti Ukreina verður útsettur til mikudagin 22. august. Allar tjóðirnar skulu hava svarað í morgin á middegi.

Um onkur verður ímóti, at dysturin verður útsettur, so verður hann spældur leygardagin. Á dystardegnum verður tað so upp til dómaran at gera av, um tað ber til at spæla ella ikki.