FSF við stórum avlopi

Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevði fyri viku síðani nevndarfund, har tað kundi vísa á eitt yvirskot uppá 3,4 mio. kr. Hetta er ein øking uppá 700.000 kr. í mun til í fjør, tá ið úrslitið var 2,7 mió. kr.

 

Fótbóltssambandið boðar í sama viðfangi frá, at roknskapurin fyri 2011 verður lagdur fram á aðalfundinum á Hotel Hafnia nú leygardagin.