Ein kendur trupulleiki er, at leikarar, sum altíð hava leikt fyri sama felag, ikki eru skrásettir av fyrstan tíð. Fyri at fáa yvirlitið yvir spæliloyvir dagført, er eitt oyðublað lagt á heimasíðuna, har feløg kunnu skráseta hesar leikarar. Oyðublaðið skal eisini nýtast, tá nýggir limir verða skrásettir í felagnum, skrivar FSF á heimasíðu sínari.
Yvirlitið á heimasíðuni er gjørt sambært skrásetingunum hjá FSF, og er sjálvandi møguleiki fyri, at skrásetingar mangla. Tí verður heitt á feløgini um, at hyggja yvirlitið yvir spæliloyvir í felagnum ígjøgnum, og at senda FSF møguligar rættingar, so at yvirlitið kann verða so dagført sum gjørligt.










