FSF verður verandi á Tórsvølli

Ætlanirnar um nýtt stadion eru sleptar. Ístaðin er Fótbóltssambandið nú í dialogi við grunnin fyri Tórsvøll og Tórshavnar Kommunu. Tað er týdningarmiklari, at UEFA- og FIFA-stuðulin verður nýttur til fótbóltshallir, sigur FSF-forsetin

Fótbóltur

 

Tá tað á nýggjárinum stóð greitt, at samtakið kring eina fótbóltshøll í Skálabotni ikki hevði neyðuga skjalatilfarið klárt til enn eina longda deadline, saðlaði FSF um.

Boðini vóru, at UEFA kundi ikki bíða í ævir eftir, hvat peningurin í stuðulsgrunninum skuldi nýtast til, og tí fór FSF sjálvt undir aðrar ætlanir. Og tann, sum varð løgd á borðið, var ein nýggjur tjóðarleikvøllur. Kostnaðurin av hesum varð mettur at vera 130 milliónir krónur, og hóast tað ljóðar av heilt nógvum, so hevði FSF størsta partin av fíggingini klára.

Men tað hevði eisini sínar avleiðingar. Onnur var, at FSF flutti av Tórsvølli, har bygningurin ætlandi skuldi seljast, og hin var, at tosið um eina UEFA-fíggjaða fótbóltshøll í Føroyum mátti steðgast.

 

Alfa og omega

Nú eru tó aðrir tónar úr FSF-húsinum. Í fyrstu útgávuni av Gleipnir, ið er kunningarskriv frá FSF-nevndini til feløgini, verður sagt, at FSF hevur verið á fundi við býáðið í Havn. Og at FSF her hevur boðað frá, at felagsskapurin er sinnaður at leggja nýggjan tjóðarleikvøll við tilhoyrandi virksemi í Gundadli undir nærri ásettum fortreytum.

- Eg fari ikki í detaljum at greina, hvørjar hesar fortreytirnar eru. Tað haldi eg ikki vera uppgávan hjá starvsnevndini. Men aðalmálið má vera, at vit hava ein tjóðarleikvøll, sum lýkur tey krøv, sum verða sett her í 2008 og gjarna eisini nógv ár fram í tíðina. Semjast vit um hetta, so eiga vit at seta eina arbeiðsnevnd, sum kann greina tørvin, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.

Men vil tað siga, at FSF hevur hálsað um í spurninginum, um stuðulin frá UEFA og FIFA skal nýtast til tjóðarleikvøll ella fótbóltshøll?

- Tað skal eg ikki staðfesta. Tað, sum hetta snýr seg um, er at vit lata upp fyri teimum møguleikum, sum eru. Tað snýr seg fyrst og fremst um at menna føroyskan fótbólt, og her er eingin ivi um, at fótbóltshallir eru alfa og omega. Tað nyttar okkum einki at hava eitt stórt og flott stadion, um vit ikki hava eitt landslið, sum megnar at fylla hetta, sigur Høgni í Stórustovu.

 

Taka fyrstu verkætlanina

Tá tosað verður um fótbóltshøll, so hava tríggjar ítøkiligar verkætlanir verið nevndar, umframt at Havnar Timburhandil á sinni hevði sítt uppskot um, hvussu ein slík kundi gerast.

Upprunaliga vann samtakið við Skálabotn kapprenningina móti Svangaskarði um tilsøgnina til UEFA-milliónirnar. Stígur kom tó í ætlanina við Skálabotn, og í vetur segði FSF, at teir nú arbeiddu við sínum møguleika, heldur enn at lata dyrnar upp aftur fyri toftamonnum.

Og hartil inniheldur stóra verkætlanin við Stórutjørn eisini eina fótbóltshøll.

- Hjá okkum er tað týdningarmesta, at ein høll verður bygd. Hvar hetta verður gjørt, er ikki so týdningarmikið. Og tí er boðaskapurin púrasta greiður. Síggja vit eina verkætlan, sum er burðardygg, so verður hendan negld fast á okkara borð. Fyri menningina av einum komandi ættarliði av fótbóltsspælarum er tvingandi neyðugt, at hesir hava møguleika at spæla alt árið. Tú fært snøgt sagt ikki vant neyðugu teknisku venjingina, um talan er um regn, kava og vind fimm mánaðir um árið, sigur Høgni í Stórustovu.