FSF Varpið: Skála aftur í Effo-deildini

VIDEO: Her er málið, sum sendi Skála upp aftur í Effo-deildina

Hóast fimm umfør framvegis eru eftir at spæla í 1. deild hjá monnum, er longu greitt, at Skála hevur tryggjað sær uppflyting til EFFO-deildina komandi ár.

 

Til ber at síggja málið við at trýsta á pílin á myndini
http://www.in.fo/news-detail/news/skala-verdur-effolid/

 

Mikukvøldið varð 22. umfar í næstbestu deildini spælt. Á heimavølli vunnu skálamenn 1-0 á 07 Vestur. Í Havn vann B68, ið er triðja liðið, ið stríðist fyri uppflyting, ein tepran 2-1 sigur á B36.

 

Les eisini: Skála verður Effolið

 

Skála er fremst við 57 stigum, fjúrtan stig meir enn B68, ið hevur 43 stig, meðan 07 Vestur er á 3. plássi við 42 stigum.

 

Í FSF Varpinum hesaferð ber til at síggja málini frá dystunum á Skála og í Havn.

Hini úrslitini úr umfarinum í 1. deild síggjast niðanfyri:

 

Skála-07 Vestur 1-0 (0-0

1-0: Jákup Johansen 91.

 

B36-B68 1-2 (1-1)

0-1: Kristian Anton Andreassen 41.

1-1: Karl Martin Danielsen 45.

1-2: Andrias á Líknargøtu 70.

 

Víkingur-MB 7-0 (2-0)

1-0: Svein Justinussen 30.

2-0: Óttar Olsen 39.

3-0: Elias Jóhannesson Lervig 46.

4-0: Magnus Jarnskor 60.

5-0: Magnus Jarnskor 66.

6-0: Ási D. Rasmussen 84

7-0: Hans Jákup Lervig 88.

 

NSÍ-B71: 3-0 (2-0)

1-0: Helgi L. Petersen 6.

2-0: Helgi L. Petersen 27.

3-0: Jann J. Benjaminsen 60.

 

KÍ-AB 1-2 (1-0)

1-0: Jóannes K. Danielsen 40.

1-1: Bjarki C. Nielsen 49.

1-2: Dan í Soylu 58.