FSF Varpið: Øll málini í 23. umfar

Her eru øll málini frá 23. umfari í Effo-deildini

Í 23. umfari vóru dystirnir spældir hóskvøldið og sunnudagin. Hóskvøldið tók B36 eitt risa fet móti FM heitinum, tá teir vunnu 2-1 á HB í Gundadali. Í Klaksvík vann AB heldur óvæntað 3-1 á KÍ.

 

Sunnudagin spældu TB og ÍF javnt í Trongisvági, meðan FC Suðuroy vann í sannari málveitslu við Margáir móti EB/Streymi.