Eisini verður tosað við Annfinn Danielsen og Heðin Askham, ungdómsvenjarar. Annfinn hevur 30 ára royndir sum venjari, og Heðin hevur vant ungdómslið í 15 ár. Teir halda, at tað er minst líka týdningarmikið at menna ungar spælarar persónliga sum at læra teir at spæla fótbólt.
Eisini er eitt portrett av einum sprelskum landsliðsspælara í sendingini. FSF-varpið verður endursent kl. 22.00. Tað sætta FSF-varpið verður sent mánakvøldið kl. 18.30 og endursent sama kvøld kl. 22.00.










