Oddbjørn Joensen er gestur í FSF Varpinum hesaferð, og sambært honum skulu vit vænta tríggjar útisigrar í komandi umfari í Betri Deildini hjá monnum, sum verður spælt sunnudagin
Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini
Sunnudagin klokkan 15:00 er 22. umfar í Betri Deildini hjá monnum á skránni. 07 Vestur tekur ímóti B36, og á Eiði spæla EB/Streymur og Víkingur. Klaksvíkingar vitja á Skála, og við Stórá møtast TB/FCS/Royn og AB. Fimti dysturin verður í Havn, har HB fær vitjan av NSÍ.
Gestur í FSF Varpinum hesaferð at meta um komandi dystir, er fyrrverandi venjarin, Oddbjørn Joensen. Og hann væntar tríggjar útisigrar og tveir javnleikur í 22. umfari.
22. umfar í Betri deildini menn:
Sunnudagin 16. septembur
HB-NSÍ (15.00) Beinleiðis á FM1
Skála-KÍ (15.00) Beinleiðis á FM1
EB/Streymur-Víkingur (15.00)
Suðringar-AB (15.00)
07 Vestur-B36 (15.00)










