FSF Varpið: Jóannes kroystur í tippingini

5. umfar í landskappingini er avbera torført at meta um, sigur Jóannes Jakobsen

Jóannes Jakobsen væntar fimm spennandi dystir í 5. umfari í EFFO-deildini, sum verður á skránni um vikuskiftið, men í mun til undanfarnu metingarnar, so heilgarderar hann seg ikki hesaferð – ella soleiðis nøkunlunda.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið

 

Fimta umfar í EFFO-deildini er á skránni um vikuskiftið. Leygardagin verður lagt fyri á Skála, har skálamenn fáa vitjan av ÍF. Sunnudagin eru hinir fýra dystirnir á skránni. TB/FCS/Royn og B36 leggja fyri klokkan hálvgum trý.

 

Klokkan trý byrja dystirnir millum Víking og KÍ, og NSÍ og HB. Fimti dysturin í 5. umfari verður settur í gongd klokkan fýra, tá uppflytararnir, EB/Streymur og 07 Vestur bresta saman við Margáir.

 

Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum er gestur í FSF Varpinum hesaferð, og hann væntar fimm spennandi dystir um vikuskiftið.