Tilsamans 20 mál vórðu skoraði í teimum fimm dystunum í 6. umfari í Betri Deildini hjá monnum, sum varð spælt skírishósdag. Her ber til at síggja øll málini
##med2##
Skírishósdag var fult umfar í Betri Deildini hjá monnum. KÍ vann 3-0 á útivølli móti B36, og er nú nýtt oddalið í landskappingini. Tilsamans 20 mál vórðu skoraði í teimum fimm dystunum, og í FSF Varpinum ber nú til at síggja øll málini. Besta málið mundi Filip í Liða eiga, tá hann javnaði til 3-3 móti HB.
##ms##