36 mál vórðu skorað, tá 1. umfar varð leikt í kappingini um Løgmanssteypið í farnu viku.
Serliga í Trongisvági var nógvur dramatikkur, tá málrevurin hjá NSÍ seinastu árini, Klæmint Olsen, traðkaði í ein annan leiklut móti endanum av dystinum.
Í yvirtíðini bríkslaði dómarin fyri brotssparki til heimaliðið, TB, tá støðan var 2-1 til NSÍ, og vísti málverjan hjá NSÍ, Símun Rógva Hansen, av vøllinum.
Klæmint Olsen tók leiklutin á seg sum málmaður og gjørdist stóra hetjan, tá hann bjargaði brotssparkinum.
Tí hendingina og 34 mál síggjast í sjónbandinum, ið er viðheft greinini.










