FSF Varpið: 16 mál í 17. umfari

Video: Her eru øll málini í 17. umfari í landskappingini í fótbólti

Tilsamans 16 mál vórðu skoraði í teimum fimm dystunum í 17. umfari í Betri Deildini hjá monnum, sum bleiv spælt síðsta vikuskifti.

 

Síggja málini við at trýsta á pílin á myndini

 

Farna vikuskiftið varð 17. umfar í fremstu deildini hjá monnum á skránni. Fýra dystir vórðu spældir sunnudagin, meðan fimti dysturin bleiv avgreiddur mánadagin. Og við hvør sínum sigri, styrktu oddaliðini um sína støðu í Betri Deildini hjá monnum.

 

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja øll 16 málini, sum vórðu skoraði í 17. umfari.