FSF: Vóru á veg til Suðuramerika

Tað var ein møguleiki fyri, at føroyska A-landsliðið skuldi til Suðuramerika at spæla

Fótbóltssambandið fekk fyri kortum ein fyrispurning, um at spæla venjingarlandsdyst móti einum landi í Suðuramerika. Føroysku landsliðsspælararnir tók væl ímóti hugskotinum, so FSF hevur arbeitt víðari við málinum, men tað verður ikki til nakað fyribils.

 

FIFA, altjóða fótbóltssamgongan, hevur roynt at fáa venjingardystir í lag millum lond í ymiskum heimspørtum og dekkar útreiðslurnar, tá lond taka av. Talan hevði verið um eitt av teimum londunum, sum ikki vann seg víðari til HM.

 

- Tað hendir seg javnan, at vit fáa ymiskar fyrispurningar. Eg havi spurt spælararnar hvat teir hildu um hugskotið. Teir lótu væl at, men vit hava nú fingið at vita tað verður ikki til nakað, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

 

Hevði venjingardysturin blivið til nakað, so hevði hann verið spældur um eina mánað.