Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, sigur, at tey í løtuni eru í samband við feløgini kring landið at vita, hvussu veðrið er á ymsu støðunum.
- Tað er einki at ivast í, at veðrið kemur at arga nógv, um spælt verður í dag, og ítróttarligu atlitini eru sjálvandi nakað, sum vigar serstakliga nógv, sigur hann.
Hinvegin er eisini nógv, sum skal ganga upp, um dystirnir verða fluttir til í morgin.
- Millum annað skal føroyska U19-landsliðið av landinum í kvøld, og í dystinum, sum skal spælast á Sandi millum B71 og NSÍ í 1. deild, eru ikki færri enn seks spælarar, sum helst skulu við flogfarinum í kvøld. Men ein møguleiki er so, at teir flúgva í morgin ístaðin, sigur Sveinur Tróndarson.