Vit eiga hús í Gundadali. Soleiðis tók Torleif Sigurðsson til, tá nevndin í FSF og umboð fyri limafeløgini vóru saman á árliga fundinum í november.
Á aðalfundinum leygardagin staðfesti Torleif Sigurðsson, at FSF higartil ikki í fult mát hevur nýtt heimildina at seta pengar í Tórsvøll, sum aðalfundurin áður hevur givið nevndini.
? Føroysku feløgini hava givið okkum heimild at seta 2,5 milliónir í ætlanina. Vit hava brúkt 1,5 milliónir. Burtursæð frá tí hava vit lænt grunninum fýra milliónir at byggja hús fyri.
Grunnurin hevur rindað fyri bygningin, men nú er tað ikki FSF, men grunnurin Tórsvøllur, ið framvegis stendur sum ánari. FSF formaðurin staðfesti eisini, at tá tað í fíggjarætlanini fyri byggingina stóð, at húsini fóru at kosta 9,0 milliónir, so var hetta alt ov lágt sett. Formaðurin roknaði við, at tá húsini eru klár til nýtslu, so fara tey at kosta í minsta lagið 13,0 milliónir krónur.
Tá eru høli til umklæðing, brúsur, vask, dómararúm og annað, sum hoyrir til í sambandi við dystirnar, og høli til pressuna uppi í. Formaðurin helt ikki, at tað var sjálvsagt, at Fótbóltssambandið rindaði henda partin. Upplagdi parturin av húsunum, sum FSF skuldi brúka, vóru tær báðar miðhæddirnar, sum FSF ætlar at brúka til umsitingina, skeiðvirksemi, fundir og annað.
Samráðingarnar
Christian Andreasen, advokatur, kom í heyst upp í Tórsvallar málið sum umboð fyri FSF. Hann gav á aðalfundinum eina frágreiðing um gongdina síðani tá:
Viðurskiftini vóru ógreið, men eftir samráðingar millum grunnin og FSF var síðst í november semja um, at FSF skuldi rinda 4,0 milliónir krónur fyri tað, sum higartil er gjørt í húsunum, og at húsini skuldu vera ogn hjá FSF á leigaðum øki.
27. desember varð endalig avtala undirskrivað. Av tekniskum ávum, sum hava við studningsheimildina úr landskassanum at gera, eigur grunnurin Tórsvøllur nú húsini, men tað er ein partur av avtaluni, at Fótbóltssambandið kann ? um teir vilja tað ? yvirtaka húsini, tá ella um ynski verður um tað.
FSF fær afturgoldið 1,2 milliónir av láninum av studningurin frá tí almenna til Tórsvallar ætlanina, sum verður rindaður í 2001, og restupphæddin, sum er 2,8 milliónir krónur, er eitt skuldarbræv, sum verður avskrivað yvir 20 ár.
jh