FSF ætlar at revsa Jákup á Borg

Venjari hjá B36 kann vænta sær revsing fyri úttalisir á Rás2

Jákup á Borg, venjari hjá B36, kann fáa revsing fyri úttalisir á Rás2, eftir seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. B36 hevur fingið hoyringsskriv frá Fótbóltssambandinum, sum hevur tikið málið upp.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini (Brotið um dómara frá 4.20)

 

Jákup á Borg var eitt sindur ónøgdur við seinna gula kortið hjá Patriki Johannesen, og gula kortið, sum Tórður Thomsen fekk fyri at drála. Venjarin helt fyri, at tað skuldi ikki oyðileggja dystin og er argur um, at dómarin tóktist so skjótur at geva gulu kortini.

 

Les eisini: Fegin um finaluna, men ilskast um dómaran

 

Jákup á Borg heldur eisini fyri í samrøðu, at reyða kortið til Eli F. Nielsen er upp á pláss, og at Tórður Thomsen eisini kundi fingið sítt seinna gula. Stóra ivamálið er seinna gula kortið, sum sjónbandamyndirnar vísa er skeivt dømt, men venjarin heldur at dómarin er ov skjótur av geva kortið, og at talan er um eina veikt avrik frá dómaranum.

 

- Eg segði tað áðrenn dystin, at tað er øgiliga farligt við hasum dómarum. Hann dømdi eisini, tá vit spældu síðst, og tá kom hann ikki serliga væl frá tí. Men ein dómari sum hann skal ikki sleppa at trýna okkum, og tann aggressiónin, sum vit høvdu mótvegis honum, fór bara totalt í aggressión og inspiratión og alt møguligt, og energiin kom í leikararnar, segði Jákup á Borg og legði afturat.

 

- Eg segði, at hasin dómarin skal ikki oyðileggja okkara veg til Tórsvøll. Vit brúkta tað til at geila okkum eitt sindur meira upp og til ta finna tær eyka kreftirnar, sum skuldi til, tí hann skuldi bara ikki sleppa at oyðileggja hendan dystin, segði Jákup á Borg.

 

B36 vann dystin móti HB 3-2, eftir longdaleiktíð. Bæði Patrik Johannesen og Eli F. Nielsen blivu útvístir fyri B36, meðan liðskiparin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, hevur fingið seks dystir leikbann, fyri í øðini aftaná dysti at hava komið ov nær við peikifingrinum.