Fótbóltslandsliðið skal í mars komandi ár spæla tveir HM undankappingardystir. Annar verður í Luksemburg 24. mars, og hin verður í Russlandi 28. mars. Fyrri dysturin verður í høvuðsstaðnum í Luksemburg, sum eitur Luksemburg. Tað er ikki heilt greitt enn, hvar hin dysturin verður, men tað tykist liggja í kortunum, at hann verður ikki í Moskva:
? Vit hava skilt á russarunum, at teir eru ikki so hugaðir at leggja dystin í Moskva. Hetta kemst av, at tað er stórur møguleiki fyri, at tað verður kavi í Moskva í mars. Enn hava vit ikki fingið nakra fráboðan um, hvar dysturin verður, men í sovornum førum hava russararnir ofta spælt niðri við Svartahavið.
Hetta sigur Jens Erik Magnussen, sum er formaður í landsliðsnevndini hjá Fótbóltssambandinum.
Fyrireikingarnar
Eftir 1?0 sigurin á Liktinstein síðsta mikukvøld var Allan Simonsen rísin, tí hann helt ikki, at spælararnir vóru nóg væl fyri. Hjálparvenjarin hjá honum, Jógvan Martin Olsen, helt, at likamliga støðan hjá spælarunum var ikki av leið, tá tað varð havt í huga, at spælararnir høvdu spælt fýra steypadystir í eina viku, og at teir dagin undan dystardegnum høvdu ferðast langa teinin úr Føroyum og niður til Liktinstein.
Formaðurin í landsliðsnevndini og bæði venjarin og hjálparvenjarin vóru samdir í, at tað verður neyðugt at fyrireika landsliðsárið øðrvísi komandi ár, enn tað hevur verið gjørt undanfarin ár.
? Vit hava seinnu árini verið á venjingarlegu sunnanfyri um mánaðarskiftið januar/februar. Tað kann væl vera, at vit eisini fara á eina sovorna legu komandi ár. Men tað verður neyðugt eisini at gera nakað við felags fyrireikingarnar í mars, staðfesti Jens Erik Magnussen á ferðini í Liktinstein.
Flyta NM dystirnar
Jens Erik Magnussen ásannaði eisini, at fyrireikingarnar mugu gerast í samstarvi við spælararnar, sum eisini hava aðrar skyldur at taka sær av. Hetta helt Allan Simonsen eisini vera at stórum týdningi, tí hann dugdi ikki at síggja nyttuna í at fara á venjingarlegu kanska bara við sjey av spælarunum, sum skulu verða millum teir fyrstu ellivu í Luksemburg og Russlandi.
Sambært skránni skal landsliðið spæla tveir útidystir í NM kappingini í vetur. Tann fyrri skal spælast innandura í Svøríki í november, og tann seinni skal spælast innandura í Noregi í januar.
? Vit hava heitt á fótbóltssambondini í Svøríki og Noregi um at flyta hesar báðar landsdystirnar. Okkara ætlan er at flyta teir til í mars, soleiðis at teir kunnu brúkast sum beinleiðis fyrireikingardystir til útidystirnar í HM undankappingini, men enn vita vit ikki, hvat sviarnir og norðmenninir fara at siga til ynskið hjá okkum, sigur Jens Erik Magnussen.
? Vit fara á norðurlendskan fund í Finnlandi á ólavsøku, og tá vóna vit at fáa greiðu á, um tað ber til at flyta dystirnar móti Svøríki og Finnlandi.
Hetta sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Fundurin í Finnlandi verður frá 27. og til 30. juli í ár.
Næsti landsdysturin verður á Tórsvølli 16. august. Tá skulu Føroyar og Danmark spæla í norðurlendsku kappingini.
jh