FSF tjóvstartaði

Við tilnevnanini av Dánjali Andreasen til formansevni er líkt til, at nevndin í FSF hevur lagt seg eina hálva bátslongd fram um, nú valdysturin tykist byrja

Fótbóltsval

Sum kunnugt, so skal komandi aðalfundurin hjá FSF taka støðu til, hvør skal loysa Torleif Sigurðsson av í formanssessinum.
Um vikuskiftið kom fram, at nevndin í FSF hevur boðað frá, at teirra uppskot til formanssessin er leirvíkingurin, Dánjal Andreasen.
Sum so er einki løgið ella óregluligt í, at nevndin í FSF gevur teirra boð upp á eitt valevni, men tað er nakað nýtt, at hetta verður meldað út í somikið góðari tíð. Freistin at stilla valevni upp, er ikki runnin fyrr enn hálvan februar, og til nevndarval hevur verið vanligt, at FSF ikki setir nakað uppskot fram, fyrr enn í seinastu løtu. Hetta til tess at feløgini skulu fáa frið at seta síni uppskot fram.

Innanhýsis dystur
Hetta kundi bent á, at ein innan hýsis dystur í løtuni verður leiktur í FSF. Ein dystur, har stjørnuleikararnir eru Dánjal Andreasen og Ísak Mikladal.
Tað er eingin loyna, at tað er follið nøkrum av nevndarlimunum í FSF fyri bróstið, at Ísak Mikladal alment hevur úttalað, at um tað verður heitt á hann, so ætlar hann at stilla upp, og ikki minst man tað vera komið illa við hjá hesum, at leysasøgurnar vilja vera við, at ein bólkur av eysturoyarfeløgum arbeiðir fyri hesum.
Tí kann væl vera, at partamenninir hjá Dánjali hava sæð seg noyddar at handla, áðrenn ov seint er. Í øllum førum hava teir við útnevnanini av leirvíkinginum tryggjað sær, at føroyski fótbóltsheimurin veit, at hetta er teirra maður. Og við øðrum orðum, at Ísak ikki er teirra maður.
Orsøkirnar til hetta kunnu vera fleiri. Tað er tó eyðsæð, at Ísak Mikladal seinnu árini hevur fingið eina alsamt sterkari støðu í umsitingini hjá FSF, eins og tað er eyðsæð, at ikki øllum nevndarlimunum hevur hóvað hetta eins væl. Millum annað tí hann ber orð fyri at vera »irriterandi« effektivur í umsitingarliga arbeiði sínum,

Tjóvstartur
Spurningurin er so eisini, um ikki útmeldanin hjá FSF er eitt slag av tjóvstarti í stríðnum um formansvalið. Í øllum førum stendur tað púra greitt, at um eitt ella fleiri feløg nú ditta sær at stilla onnur valevni enn Dánjal Andreasen upp til formansvalið, so er hetta tað sama, sum at ganga ímóti ynskinum hjá Fótbóltssambandinum. Eisini hóast tað í prinsippinum eru feløgini, sum eiga FSF.
Sum skilst á baklandinum kring føroyska fótbóltsheimin, so er tó ikki óhugsandi, at onnur evni verða stillað upp til valið, og vit hava áður skrivað, at Christian Andreasen, sum annars hevur verið aktivur innan ymsar bólkar hjá FSF, longu hevur fingið áheitanir um hetta. Enn er ikki greitt, hvørt Christian ætlar sær at taka hesa áheitan til eftirtektar, men tað má sigast at vera mest sum víst, at hann ikki fer til val, um so er, at hann framman undan er vitandi um, at hann ongan sum helst møguleika hevur at vinna valið.
Hvørt baklandið, sum arbeiðir fyri Christiani so er nóg sterkt, til at vinna hálvu bátslongdina frá nevndini í FSF aftur, er spurningurin, sum í fyrsta lagið verður svaraður um hálvan februar. Hetta um Christian ikki letur seg stilla upp. Men tað er undir øllum umstøðum vist, at komandi fýra vikurnar fara nógvar tingirnar at fara fram í krókunum, eins og onkur rossahandil av onkrum slag er hugsandi.
Sjálvsagt kann ikki útlokast, at okkurt fjórða valevni stillar upp, men higar til hevur tosið bert verið um teir tríggjar. Dánjal, Ísak og Christan. Nú tykist Ísak vera koblaður av longu á hálvari leið, og so er spurningurin, um gearskiftið hjá nevndini hevur verið somikið krafigt, at allir aðrir enn teirra kandidatur eisini vórðu loystir frá.