FSF-útbúgvingar væl í gongd

FSF hevur í ár skipað fyri fleiri útbúgvingum til leiðarar og hjálparfólk hjá feløgunum kring landið. Talan hevur verið um venjaraútbúgvingar, leiðaraútbúgvingar og dómaraútbúgvingar.

- Hetta hevur verið fyri at fáa øll før fyri at leiða eitt felag, lyfta støðið og gera tað lættari hjá feløgunum, soleiðis at tey hava fólk at røkja tær ymsu uppgávurnar, sigur Sveinur.

Útbúgvingarnar eru bygdar í fleiri stigum, har eitt nú dómaraskeiðið byrjar við einum grundskeiði. Í flestu førum hava starvsfólk á økinum hjá FSF hildið skeiðini, men íblástur hevur eisini verið fingin frá serkønum fólkum úr útlondum.