FSF: Stór útskifting í starvsnevndini

Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum hevur í dag valt Jógvan Páll Joensen, Heðin D. Poulsen og Trygva Mortensen sum nýggjar limir í starvsnevndina. Tá atkvøðugreiðslan var fyri løtu síðani, endaði hon við, at Jógvan Páll Joensen fekk 37 atkvøður, Heðin D. Poulsen 31, Trygvi Mortensen 29, Karl Vidtfeldt átta og Niclas Davidsen seks atkvøður.

 

Tað vil siga, at ein stórur meiriluti av feløgunum hildu fast við semjuna um, at øll starvsnevndin skuldi skiftast út yvir tveir aðalfundir.

 

Tó halda Niclas Davidsen og Karl Vidtfeldt fram sum varalimir, tí har fingu teir 22 atkvøður í part, meðan Mortan Poulsen við 17 og Kristian Dahl við 13 atkvøðum blivu ov stuttir.