FSF skipar fyri familjufótbóltskapping 2. hvítusunnudag (FM1)

(FM1) Hoyr Andrass Thomsen, samskipara greiða frá familjufótbóltskappingini

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr samrøðuna sum var í "Triðja Hálvleiki" sunnudagin, har prátað var við Andrass Thomsen frá FSF um familjufótbóltskappingina, ið FSF skipar fyri 2. hvítusunnudag 10. juni. Sama kvøld spæla Føroyar og Noreg EM-undankappingardyst á Tórsvølli.

 

Kappingin verður í Gundadali og byrjar klokkan 13.00. Endamálið við kappingini er at fáa fólk at røra seg og spæla fótbólt, samstundis sum familjan brúkar tíð saman á vøllinum.

 

Kappingin er skipan á tann hátt, at:

  • Pápar spæla ímóti pápum,
  • Mammur spæla ímóti mammum
  • Børnini verða deild í fimm aldursbólkar

 

FSF setur liðini saman, soleiðis at tað eru fimm leikarar á hvørjum liði (fýra leikarar byrja á vøllinum í senn og ein eyka leikari). Leikt verður á lítlum vøllum, ið eru umleið 21 m x 30 m til støddar. Hvør dystur er 10 min.

Stig verða síðani givin til fimm tey bestu liðini í hvørjum bólkið (50 – 40 – 20 – 30 – 10 stig). Tann familjan, ið hevur hægsta stigatalið vinnur kappingina (samlaða stigatalið verður deilt við talið av familjulimum, ið luttaka).