FSF skal einaferð enn vísa sítt teratorium, í Føroysku fótbóltskappingini

So hendi tað aftur at FSF av sínum eintingum blandar seg upp í føroyskan fótbólt (12, maður á vøllinum ella ikki, tað kunna áskoðarnir sjálvir avgera).

Jónfinn Olsen
FO-370 Miðvágur


Í fjørð var tað B-36 og KÍ. Í ár er tað so HB sum stendur fyri skotum frá FSF, dømt at tapa dyst av einum umsitingarligum hurlivasa, við tí úrslitið at teir ikki longur eru í steypakappingini, sjálvt um teir so ruddiliga vunnu á vøllinum.

FSF roynir at fáa øll leikaraviðurskiftir uppá pláss, so væntar ein eisini at FSF vil hjálpa feløgunum, men ístaðin taka teir mál upp av sínum eintingum, meðan teir avgreiða onnur mál sum avgreiðslumál, tað løgna við hesum er at málini er eins, ja hvør skuldi trú tí.

Tað ljóðar í milunum at tað verður torført at takað støðu hjá dómsnevndini í hesum málið, men tað vildi eg ikki mett tí at teir hava eitt undangongudømi frá des. 2004, tá dómsenevndin hevið eitt mál fyri sum var kært um ein leikara sum hevið leikt óloyviligt í ikki minni enn tvey ár, men dómsnevndin segði soleiðis í úrskurði sínum, eg siteri  Annars er kærufreist leiki hansara í landskappingini 2004 viðvíkjandi runnin.

Men FSF loyvir sær eftir at brot og kærufreist er farin eftir grein 39 í kappingarreglunum og grein 8 í kappingini um løgmanssteypið at takað málið um HB upp av sínum eintingum sjálvt um felagið hevur øll skjøl viðvíkjandi spæliloyvinum hjá viðkomandi leikara talan her er um, men FSF sigur seg ikki hava mótikið nakað, hinvegin sigur felagi seg hava sent FSF neyðugu upplýsingarnar. Er FSF til fyri at hjálpa ella fyri at oyðileggja føroyskan fótbólt, eg spyrji bara og er kæru freistin ikki runnin.

Grein 39 stk. 3, sigur millum annað at FSF kann eisini í serligum førum taka eitt mál til viðgerðar, um illgruni er um at eitt ávíst felag hevur framt brot á hesar reglur. FSF skal tá geva felagnum boð um hetta, áðrenn avgerð verður tikin, men er tað nakað felag sum hevur framt eitt brot í hesum føri, er tað ikki FSF sum vil spæla valdsharri og velja ikki at hjálpa við tí nú so nógv umtalaða OPINLEIKANUM sum teir tosaðu um á ársaðalfundinum, nú teir síggja at eisini ber til at gera feilir í FSF umsitingini, tí øll onnur skjøl eru til taks, tað eru bara tey í FSF umsitingini sum ikki finnast, eftir hvat skilst.

Spyrjast kann, eru tað bara nøkur einstøk feløg sum skula viðgerast eftir omanfyri nevndu grein (nevniliga Grein 39 stk. 3), ella orða á annan hátt, eru tað bara ávís feløg, ið koma undir hesa Grein 39 stk. 3. FSF kann siga okkum alment frá hvussu hetta hongur saman.

Nógvir tankar kunna fara ígongd av hesi søk, men eg fari at steðga á her og bíða spentur um dómsnevndin fer at víkja frá sínum egna undangongudømi.

Hettar er ikki skriva sum álop á nakrar persónar. Men er aðalmálið hjá FSF at feløgini skula virkað runt landi, so er tað eitt ófrávíkiligt krav at FSF er ein viðspalari og hjálpir alt hvat tað er ment, og ikki er ein mótpartur, stongdur og afturlatin ella ein fíggindi hjá feløgunum. Men ein felagskapur sum er opin (OPINLEIKIN) og hjálpsamur so tað ítróttarliga kann verða sett í hásætið, ítróttinum at frama.

Við ynski um góða eydnu og eitt ítróttarligt ríkt fótbóltsár 2006, (tað sum eftir er av tí).