FSF-fundur
Fótbóltssamband Føroya hevur nú boðað frá, nær aðalfundurin millum feløgini skal haldast. Sum vant verður hetta í Norðurlandahúsinum, og dagurin er settur at vera 22. februar.
Seinasta ár var spenningurin hampuliga stórur, tá formansvalið stóð á skránni. Valdystur varð rikin í loyndum, har serliga tveir kandidatar til formansvalið vórðu nevndir, men tá alt kom til stykkis, varð eingin dystur. Dánjal Andreasen var nevnliga einasta valevnið til formansssessin.
Og nú skal leivíkingurin so fyri fyrstu ferð standa sum formaður á einum aðalfundi. Sjálvur stendur hann ikki fyri afturvali í ár, men tað gera tríggir av hinum nevndarlimunum. Børge B. Hansen, Jens Erik Magnussen og Óli Holm teljast allir millum teir drúgvastu í nevndararbeiðinum hjá FSF, og so er spurningurin, hvørt teir allir halda fram í sessum sínum. Enn hevur so einki alment verið at hoyrt um møgulig mótvalevni, men freistin fyri at uppstilla hesi rennur ikki út fyrr enn 12. februar.
Tryggingar
Umframt føstu punktini á skránni, frágreiðing frá árinum, framløga av roknskapi v.m., verða sjálvandi eisini onnur mál á skránni á aðalfundinum.
Eitt teirra, sum feløgini uttan iva síggja mest fram til, er málið viðvíkjandi tryggingum av leikarum. Á seinasta aðalfundi varð samtykt, at nevndin í FSF til komandi aðalfundin skuldi leggja fram uppskot um, hvussu ein slík trygging kundi skipast, og spurningurin er so, hvussu langt hetta arbeiði er komið áleiðis.
Enn er tó eingin fullfíggjaður listi við innkomunm málum at fáa fatur á. Freistin fyri at lata hesi inn er sett at vera 8. februar, men tað er einki at ivast í, at fleiri slík verða á skránni. Umframt tryggingarmálið verður helst eisini talan um at umleggja kappingina hjá yngru gentudeildunum, eins og uppskot til aðrar smávegis broytingar verða helst eisini á skránni.










