FSF: Rasmus og Christian Høgni eru nýggir landsliðsvenjarar

Eisini er Fróði Benjaminsen millum teirra, sum skal standa á odda fyri føroysku ungdómslandsliðunum

Tveir nýggir venjarar eru komnir afturat, nú venjaratoymini hjá ungdómslandsliðunum hjá FSF eru mannaði av nýggjum. Rasmus Nolsøe verður venjari hjá U17-dreingjunum, meðan Christian Høgni Jacobsen er nýggjur venjari hjá U15-gentunum, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Stutt fyri jól varð kunngjørt, at tað verður sviin, Håkan Ericson, ið skal avloysa Lars Olsen sum føroyskur A-landsliðsvenjari hjá monnum. Sáttmálin millum Fótbóltssamband Føroya og Håkan Ericson er galdandi í fýra ár.

##med2##

Men tað eru ikki bara menninir, ið hava fingið nýggjan venjara at standa við róðrið. U17-landsliðið við dreingum og U15-landsliðið við gentum hava eisini fingið nýggjar venjarar. Rasmus Nolsøe skal komandi tvey árini standa á odda fyri U17-dreingjunum, meðan Christian Høgni Jacobsen er nýggjur landsliðsvenjari hjá U15-gentunum.

Áki Johansen, ið hevur havt evstu ábyrgd av U17-landsliðnum við dreingjum, verður nú venjari hjá bæði U18- og U19-landsliðunum við dreingjum. Áki Johansen avloysir Jógvan Martin Olsen, ið farnu trý árini hevur verið venjari hjá U19-dreingjunum. Og hjá U17-gentum verður tað Pauli Poulsen, ið avloysir Øssur Hansen.

Ungdómslandsliðsvenjarar 2020: 

U18 og U19 Dreingir

Høvuðsvenjari: Áki Johansen

Hjálparvenjari: Jens Kristian Hansen

U17 Dreingir

Høvuðsvenjari: Rasmus Nolsøe

Hjálparvenjari: Fróði Benjaminsen

U15 Dreingir

Høvuðsvenjari: Jan Mølvad Laursen

Hjálparvenjari: Jens Erik Rasmussen

U19 Gentur

Høvuðsvenjari: Pætur S. Clementsen

Hjálparvenjari: Eyðvør Jakobsen

U17 Gentur

Høvuðsvenjari: Pauli Poulsen

Hjálparvenjari: Rannvá B. Andreasen

U15 Gentur

Høvuðsvenjari: Christian Høgni Jacobsen