FSF peikar á sveisara

Vilja endurreisa trúvirðið hjá FIFA.

26. februar verður forsetaval í alheims fótbóltssamgonguni FIFA. Fimm valevnir eru til sessin sum máttmiklasti persónur í fótbóltsheiminum, men longu nú er greitt, hvønn føroyska fótbóltssambandið fer at stuðla.


FSF skrivar nevniliga á síni heimasíðu í dag, at føroyski stuðulin fer til sveisaran Gianni Infantino.


- Vit meta, at Gianni Infantino er best skikkaður til starvið, at fáa FIFA aftur á rættkjøl. Tí hava vit avgjørt at veita honum okkara stuðul í samband við forsetavalið, sum verður um ein mánaða, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna hjá FSF og leggur afturat.


- FIFA hevur seinastu tíðini verið merkt av gølum. Men vit vænta, at Gianni Infantino er rætti maðurin at loysa teir trupulleikar, sum felagsskapurin er komin í, og at trúvirði á FIFA aftur fer at koma í rættlag, sigur Christian Andreasen.

 
Teir fimm, sum eru uppstillaðir, eru Prince Ali Al Hussain frá Jordan, Salman Bin Ibrahim Al-Khalifa frá Barain, Tokyo Sexwale frá Suðurafrika, fransmaðurin, Jerome Champagne, og sveisarin, Gianni Infantino.


Gianni Infantino hevur seinastu sekstan árini verið í starvi hjá evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA. Fyrstu níggju árini sum leiðandi løgfrøðingur, og síðani 2009 hevur Infantino verið aðalskrivari hjá UEFA.