FSF og ungdómsmenning hjá piltum

Nú hevur undirritaðið verið venjari í nøkur ár hjá nøkrum evnaríkum og hugagóðum dreingjum, sum elska at spæla fótbólt.

Teir møta upp til allar venjingar óðansæð veður, bæði um summari og veturin. Vit royna at leggja venjingina soleiðis til rættis, at hon er bæði stutlig og mennandi.
Hesir dreingir síggja fram til landskappingina í fótbólti allan veturin, soleiðis at teir kunnu møta øðrum liðum og royna seg sjálvar av og finna útav hvar teir liggja í mun til aðrar javnaldrar.
Men tað er ikki tað sum FSF vil. Nej FSF ger nakrar rundir fyri summarferiuna, har 4 lið møtast 4 ferðir móti hvørjum øðrum. Har er ofta stórur munur á liðunum. Eitt lið kann vinna allar dystirnar 20 – 0 og eitt annað kann tapa allar sínar dystir 20 – 0. Tey eru tvingað, at møtast 4 ferðir. Tað er hvørki mennandi fyri liði, sum vinnur 20 – 0 ella tað liði, sum tapir 20 – 0 hvønn dyst. Tey sum tapa, møta ikki upp til allar sínar dystir og tey sum vinna so stórt, fáa sum vátan vøtt, tá tey so endiliga møguliga møta einum sterkari liði, sum eru javnsterk sum tey.
Vit fáa so at vita frá FSF, at eftir summarsteðgin, verða liðini so umfordeild eftir styrki. Men hvat hendir, vit verða settir at spæla móti okkum sjálvum. HB lið møti HB liði. Hvat er meiningin við tí. Vit venja saman 4 ferðir um vikuna, skulu vit so eisini spæla móti okkum sjálvum í vikuskiftinum. Tað er ikki eggjandi hjá hesum piltum og heldur ikki uppbyggjandi.
Vit vóru á fundi við FSF, tá kappingin hjá piltum endaði í 2010 og greiddu tá FSF frá at byggnaðurin av kappingini ikki var hóskandi. Okkara hugskot var at feløgini sjálv meldaðu síni lið í A, B og C bólkar, sum feløgini styrkismettu síni lið at verða.
So møttust bara javnsterk lið og ein slapp undan hesum keðiligu dystunum, har okkurt lið tapir 20 – 0 ella meira, sum ikki er gott fyri hvørki tað vinnadi ella tapandi liðið.
FSF var ikki sinnað at lurta eftir okkum, teir vistu betur og høvdu lagt ein leist fyri komandi kappingarár.
Vit síggja úrslitið í ár. Kappingin hjá piltum er ein katastrofa. Øll liðini vóru koyrd í ein stóran pott og so løgd saman við 4 liðum í hvørjum bólki. Tað hevur skapt nakrar bólkar, har tað er stórur munur á styrkini hjá teimum ymisku liðinum.
Hettar er tann umsitingarliga lætasti mátin hjá FSF at skipa fyri kappingini, men tann minst menandi og eggjandi hjá piltunum.
FSF hevur eisini innført at piltar spæla ikki um FM ella stig, so onki skal skjalfestast hjá FSF um kappingarnar hjá FSF. So lættari kann tað ikki verða fyri FSF.
Eitt er sikkurt, hesin leisturin skapar ikki betri fótbóltsleikarar, sum eg trúði var høvusuppgávan hjá FSF.
Nú síggji eg bara fram til, at hettar kappingarárið endar, so vit kunna flyta upp í smádreingjadeildina og har vónandi koma at kappast undir betur fyriskipaðari landskapping.