Fótbóltssamband Føroyar og HB hava bjóðað seg fram sum vertir fyri bólkaspælinum til undankappingina í Champions League. Dystirnir verða í juni 2021.
Talan er um ein undanbólk til undankappingina í Champions League, har meistararnir úr Føroyum, Kosovo, Andorra og San Marino møtast. Bólkaspælið skal avgreiðast á einum stað og eitt lið kemur víðari til undanspælið í Champions League.
Tað verður ein hálvfinala, har tað verður lutakast um hvør møtir hvørkum, og ein finala. Vinnari kemur til víðari til 1. undanumfar í Champions League. Fótbóltssambandið hevur boðað UEFA frá, at Føroyar bjóða seg fram til at hýsa undanspælinum.
- Vit hava boðað UEFA frá, og so skulu vit saman við hinum londunum avgera hetta. Vit hava tann fyrimunin, at Kosovo hevur havt eitt undanspæl, og tí sleppa tey ikki, um onnur vilja tað. Tað er líka sannlíkt, at Føroyar fáa tað, sum at hini bæði fáa tað. Hetta verður avgjørt í feburar, sigur Andrass Thomsen, samskipari í Fótbóltssambandinum.
Tað eru fleiri broytingar í evropesisku kappingunum í ár, tí nú er ein nýggja kapping komin afturat.











