FSF: Milliónirnar fossa inn

Fótbóltssambandið hevur í dag fingið ein kekk upp á 7,5 milliónir krónur

UEFA – evropesiska fótbóltssamgongan – hevur í dag havt aðalfund í Helsinki í Finnlandi. Á fundin bleiv kunngjørt, at øll 55 limalondini í UEFA fáa ein eingangsupphædd upp á 7,5 milliónir krónur. Orsøkin er, at EM endaspælið í Fraklandi eydnaðist so væl fíggjarliga.

 

Í Fótbóltssambandinum fegnast tey um milliónirnar, ið brádlga eru endaðar í kassanum. Tað røkist tó ikki fyri, at tað verður kastað um seg við pengum komandi tíðina.

 

- Hetta eru stór tíðindi fyri okkum. Nú verður so avgjørt hvat vit gera við pengarnar, men tað er upp til nevndina í Fótbóltssambandinum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

 

Fótbóltssambandið hevur í løtuni eykaútreiðslur av landsliðsarbeiði, tí U17 landsliðið er komið til EM endaspælið í Kroatia, meðan Føroyar hýsa innleiðandi kappingini til HM undankappingina hjá kvinnum.

 

- Í báðum førum er talan um eykaútreiðslur á nakrar hundrað túsund krónur. Tað eru væl givnir pengar, men teir skulu eisini roknast við, sigur Virgar Hvidbro úr Helsinki og leggur afturat:

 

- Á hvørjum ári verður ein fíggjarætlan gjørd, har undirnevndirnar í Fótbóltssambandinum koma við einum uppskoti til starvsnevndina at góðtaka. Soleiðis verður eisini her, sigur Virgar Hvidbro.

 

Sosialurin skrivaði eisini frá aðalfundinum hjá FSF, at feløgini fáa eina millión krónur eyka um árið í framtíðini. Umframt tað, so skal gamla FSF-húsið og øll tann langsíðan eisini umbyggjast.

 

- Vit hava nógv jørn í eldinum í løtuni, men sum støðan er nú, so kann eg ikki siga hvat pengarnir verða brúktir til, sigur Virgar Hvidbro.

 

Róligur aðalfundur

UEFA aðalfundurin bleiv avgreiddur uttan stórvegis hóvasták. Átta nevndarlimir stóðu fyri afturvali. Seks stillaður ikki upp aftur, og seks nýggir nevndarlimir komu í teirra stað. Tveir kendir mans stillaðu upp aftur og blivu afturvaldir. Teir eru fyrrverandi nevndarformaðurin í Manchester United, David Gill, og Michael van Praag, ið FSF fyrr hevur stuðlað til FIFA og UEFA forsetaval.

 

Á fundinum bleiv millum annað eisini gjørd ein lógarbroyting, so at ongin nevndarlimur ella forseti kann sita longri enn trý skeið á fýra ár. Eisini hevur ECA, sum er felagsskapurin hjá feløgunum, fingið tveir limir í UEFA. Tað er millum annað ECA, sum hevur arbeitt fyri teimum nógv umtalaðu landsliðspengunum.

 

Aðalfundurin er í Helsinki í Finnlandi. Býir kunnu bjóða seg fram til at hýsa aðalfundinum hjá UEFA, men tað verður ikki ein møguleiki í Føroyum. Til tað hava vit ov lítlan kapasitet á gistingarøkinum, sigur Virgar Hvidbro.