FSF-menn á UEFA-kongress

Ungdómsfótbólturin er á breddanum, nú FIFA hevur kongress á Cypros

UEFA

Trý umboð fyri føroyskan fótbólt eru í hesum døgum á Cypros, har UEFA hevur kongress um ungdómsfótbólt.
Óli Holm, formaður í FSF, er sjálvur limur í ungdómsnevndini hjá UEFA, sum longu mánadagin fór undir sína fundarrøð.
Týsdagin verður so fundur við umboð fyri ymsu limalondini hjá UEFA, og eisini her eru føroyingar millum luttakararnar. Fyri FSF er Niklas á Líðarenda, og sum ábyrgdarhavandi av ungdómsarbeiðinum hjá FSF hevur hann eisini Jógvan Martin Olsen afturat sær.
Á skránni fyri fundin er serliga venjing og venjaraútbúgving, tá um yngri deildirnar ræður. Eisini verður tikið saman um arbeiðið, sum er gjørt á hesum økinum seinasta árið, eins og japanesarar fara at greiða frá, hvussu teir hava valt at skipa ungdómsarbeiðið innan fótbóltin.