FSF lurtar eftir B36

Nú er avgerðin broytt um, hvussu tað verður við útsetta dystinum millum Víking og B36

Í gjár varð B36 formaðurin, Jákup Mørk, endurgivin her á síðuni fyri at siga, at teir í B36 ikki hildu, at tað var so heppið, at útsetti dysturin millum Víking og B36 verður spældur flaggdagin, 25. apríl, sum er nú hósdagin.

Áskoðanin bygdi á, at bæði Víkingur og B36 skulu spæla fjórðingsfinalu nú mánadagin, 2. páskadag, og at tað harvið høvdu verið tríggir dagar frá útsetta landskappingardystinum og aftur til fjórðingsfinaluna, sum møguleiki er fyri fer at verða avgjørd eftir longda leiktíð.

Nú hevur kappingarnevndin tikið avgerð, og í kappingarnevndini hava tey lurtað eftir grundgevingunum hjá teimum í B36.

Útsetti landskappingardysturin verður fríggjadagin 26. apríl. Tað ber aftur við sær, at dystirnir í sjeynda umfari, sum Víkingur og B36 eru partur av, verða fluttir til týsdagin í næstu viku. Týsdagin 30. apríl spæla NSÍ – B36 og AB – Víkingur.