Frá mánadegnum 20. apríl kunnu feløgini, ið spæla í Betri Deildini hjá monnum, Betri Deildini hjá kvinnum, og 1. deild hjá monnum byrja aftur at venja við samlaðum hópum, skrivar FSF.fo.
Les vegleiðingina við at trýsta HER
Saman við Koronaráðgevingini, hevur Fótbóltssamband Føroya orðað eitt tilmæli, ið snýr seg um, hvussu venjingar og dystir hjá liðum, sum spæla í Betri Deildini hjá monnum, Betri Deildini hjá kvinnum, og í 1. deild hjá monnum, skulu avgreiðast.
Eftir ætlan byrja landskappingar í Betri Deildini hjá monnum leygardagin 9. mai, og í fyrstu atløgu skulu allir dystir spælast uttan áskoðarar. “Uttan áskoðarar” merkir, at eingir áskoðarar hava loyvi at verða á økjum, har ein vanliga skal hava eitt atgongumerki til.
Vegleiðingin er bert galdandi fyri vaksin. Eftir ætlan kemur FSF við einari vegleiðing í samband við venjing og dystir hjá børnum seinni. Miðað verður eftir, at yngru liðini kunnu byrja sínar venjingar frá mánadegnum 4. mai.
Í hesum sambandi hevur FSF gjørt hesi tilmæli til feløgini í sambandi við skipan av venjing og dystum hjá nevndu deildum:
- Um man er sjúkur, er man heima og møtir ikki til venjing. Um man ivast, er man eisini
heima.
- Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd
- Skiftingarrúm og styrkirúm eru stongd – leikarar skifta heima áðrenn og aftaná venjing.
- Er felagsfundur áðrenn ella aftaná venjing, eiga bólkar á max. 10 persónar at sita
saman við í minsta lagi 2 metrar frástøðu millum hvønn leikara. Mælt verður til at skipa
videofundir um gjørligt.
- Leikari hevur sín egna drekkidunk við til venjing.
- Allur leikarahópurin kann møta til venjing.
- Bólturin kann verða ein smittukelda, og skal vaskast áðrenn og aftaná venjing.
- Vestar og venjingarútgerð skal í mestan mun handfarast av sama persóni, og útgerðin
skal vaskast áðrenn og eftir venjing.
- Allir leikarar og venjarar/hjálparfólk skulu vaska/spritta hendur áðrenn og aftaná
venjing.
Í samband við dyst:
- Um man er sjúkur er man heima og møtir ikki til dyst. Um man ivast, er man eisini heima.
- Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd.
- Skiftingarrúm eru tøk – har møguligt, eru í mesta lagi 10 leikarar í hvørjum skiftingarrúmi,
teir somu leikararnir áðrenn og eftir dyst. Í hálvleikinum er loyvt at hava allan hópin í
sama rúmi.
- Um skiftingarrúm verður nýtt til fleiri ymisk lið sama dag, skal rúmið vaskast/sprittast í
millum dystirnar.
- Er felagsfundur áðrenn dyst, er loyvt at samla allan hópin í stórum høli, í minsta lagi 2
metrar ímillum hvønn leikara.
- Leikari hevur sín egna drekkidunk við til dyst.
- Bólturin kann verða ein smittukelda, og skal vaskast áðrenn og aftaná dyst
- Vestar og venjingarútgerð skal í mestan mun handfarast av sama persóni, og útgerðin
skal vaskast áðrenn og eftir dyst.
- Leikarar heilsast ikki við lógvataki áðrenn og aftaná dyst
- Allir leikarar, venjarar/hjálparfólk, dómarar og bóltdreingir/gentur skulu vaska/spritta
hendur áðrenn og aftaná dyst
- Heimafelag hevur ábyrgd av at nóg mikið av spritti er í skiftingarrúmunum
- Allar fjølmiðlasamrøður við leikarar skulu gerast uttandura
- Dystir í nevndu deildum skulu spælast uttan áskoðarar
- Heimafelag skal tryggjað, at eingin áskoðari er á ítróttarøkinum, ið er økið, sum vanliga
verður kravt atgongumerki til.
Tey fólk, sum hava atgongd til dystir, eru:
- Í mesta lagi 18 leikarar x 2
- 8-10 venjarar og leiðarar x 2
- 4 dómarar og 1 eygleiðari
- umleið 15-20 hjálparfólk
- Í mesta lagi 6 bóltdreingir/gentur
- Fólk, sum hava arbeiðisuppgávur (landsliðsvenjarar, fjølmiðlar v.m.)