FSF kannar EB/Streym, B36 og Trygva

Tað er ikki lov at nokta einum útleigaðum spælara, at spæla móti sínum uppruna felag

Í kvøld spæla EB/Streymur og B36 í 14. umfari í landskappingin í fótbólti. EB/Streymur hevur leigað málverjan, Trygva Askham, úr júst B36. Í avtaluni stendur, at hann ikki kann spæla dystirnar móti B36. Avtalan bleiv gjørt 1. desembur 2016.

 

Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum, sum var í feburar 2017, verður í grein 11, stk. 10 staðfest, at tað er ikki longur loyvi, at avmarka spælifrælsið hjá einum spælara, ið verður útleigaður.

 

Tá B36 og EB/Streymur spældu fyrr í ár, sat Trygvi Askham uttanfyri. Nú hevur Fótbóltssambandið boðað EB/Streymi og B36 frá nýggju støðuni, men ivamál er um reglugerðin er galdandi fyri hesa avtaluna, tí hon er gjørd undan aðalfundinum hjá FSF.

 

Alt bendir á, at Trygvi Askham situr uttanfyri aftur í dag, men at Fótbóltssambandið kannar avtaluna millum EB/Streym og B36.

 

Grein 11, stk. 10:

Í samband við flyting ella útlán av leikara er ikki loyvt at avtala treytir av fíggjarligum, ítróttarligum ella av øðrum slag, ið avmarka leikarans frælsi at taka lut í ávísum dystum ella at leika í ávísum tíðarskeiði.