Um Fótbóltssambandið er áhugað at yvirtaka Tórsvøll, so kunnu teir koma við einum tilboði til Tórshavnar kommunu.
Tað sigur býráðsformaður í Havn, sum ikki vil avvísa, at FSF kann yvirtaka Tórsvøll.
? Men í løtuni hava vit eina býráðssamtykt, sum vit halda okkum til, sigur Leivur Hansen og sipar til, at kommunan eigur vinnurekandi grunnin Tórsvøll, sum skal byggja og reka Tórsvøll.
Formaðurin í Fótbóltssambandinum, Torleif Sigurðsson, hevur sagt við Ítróttar-Sosialin, at hann heldur greiðasta loysnin av øllum Tórsvallarmálinum er, at FSF yvirtekur vøllin, ger hann lidnan og síðani rekur hann.
FSF-bossurin heldur, at føroyskur fótbóltur undir øllum umstøðum kemur at gjalda fyri Tórsvøll, og so er tað eisini rímuligt, at føroysku feløgini taka avgerðirnar á vøllinum.
FSF ikki áður
sýnt áhuga
Tórshavnar kommuna hevur brúkt umleið 11 milliónir krónur uppá Tórsvøll higartil, og kommunan ætlar sær ikki uttan víðar at lata vøllin av hendi.
? Um FSF-formaðurin fær undirtøku fyri sínari hugsan í Fótbóltssambandinum, so kunnu teir koma við einum tilboði til okkum, men eg dugi illa at ímynda mær, at FSF fer at yvirtaka vøllin, sigur Leivur Hansen.
? FSF hevur ongantíð áður sýnt áhuga fyri at byggja eitt nýtt stadion í Havn, og tí undrar tað meg, at teir nú hava hug at yvirtaka Tórsvøll. Eg veit ikki rættiliga, hvat tað er, teir stúra fyri, sigur hann.
Í løtuni er stutt millum fundirnar hjá FSF og Grunninum Tórsvøll, sum royna at fáa øll viðurskifti millum grunnin og FSF upp á pláss.