Kjakið, um føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla sínar landsdystir á Svangaskarði ella Tórsvølli, hevur aftur fingið luft undir veingirnar.
Úrtøkan hjá Brian Kerr, landsliðsvenjara, og føroyska landsliðnum er fýra stig á vøllinum á Toftum fyri dystirnir móti Litava og Norðurírlandi.
Brian Kerr hevur staðfest, at hann ynskir at spæla dystirnar á Svangaskarði. Hann hevur grundgivið fyri, at endamálið við heimadystum skal fremst av øllum vera, at mótstøðuliðini fáa eina so trupla uppgávu sum tilber í Føroyum. Vøllurin á Svangaskarði er minni enn Tórsvøllur, sum ger, at tað er minni pláss at spæla á. Áskoðararnir sita eisini nærri vøllinum, og tí er rómurin betur kring vøllin enn í Havn.
Virgar Hvidbro er aðaðskrivari í Fótbóltssambandið. Hann staðfestir aftaná dystin í gjár, at úrslitini tala fyri, at landsliðið skal spæla á Svangaskarði.
– Fýra stig av seks møguligum er nógv hjá føroyska landsliðnum. Men tað eru ikki bara úrslitini sum avgerða, um vit spæla á Svangaskarði ella Tórsvølli, sigur Virgar Hvidbro.
Italia verður á Tórsvølli
Italia skal spæla í Føroyum tann 2. september í 2011. Tað er longu greitt, at dysturin verður spældur á Tórsvølli.
Framleiðslumøguleikarnir hjá italskum fjølmiðlum eru ikki nøktandi á Svangaskarði, og tað er fyrst og fremst orsøkin, at dysturin verður spældur í føroyska høvuðsstaðnum.
Fótbóltslandsliðið hjá Estlandi og Slovenia vitja eisini í Føroyum í 2011, og Fótbóltssambandið hevur framvegis ikki gjørt av, hvar teir dystirnir verða spældir.
Tað sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivaði.
– Men Brian Kerr hevur fleiri ferðir sagt, at hann vil helst spæla á Svangaskarði. Hansara avgerðir hava sjálvsagt týdning, tá avgerðin verður tikin. Politiski myndugleikin ynskir, at báðir vøllirnir verða nýttir, sigur Virgar Hvidbro.
Men úrslitini benda greitt og týðiligt á, at landsliðið skal spæla á Toftum – er tað ikki rætta loysnin?
– Úrslitini hava verið betri á Svangaskarði, men sum sagt, tað er annað, sum eisini hevur týdning, sigur Virgar Hvidbro.
Leikararnir siga lítitð
Christian Lamhauge Holst skeyt føroyska málið í gjár.
Hann vil ikki beinleiðis siga, um tað loysir seg best at spæla á Svangaskarði.
– Søgan sigur okkum, at føroyska landsliðið fær flestu stigini á Toftum. Tað er eisini ein fyrimunur, at áskoðararnir sita nær við vøllin, tí geylini og trummurnar eru við at lyfta liðið. Men nú má eg ansa eftir, hvat eg sigi, tí føroyska familjan býr í Havn, sigur Christian Lamhauge Holst.
Brian Kerr tímdi illa at tveita seg í kjakið um Svangaskarð og Tórsvøll, aftaná dystin í morgin.
– Nú skulu vit bara fegnast um javnleikin. Men úrslitini tala mína søk, sigur hann.
Atli Gregersen, sum spældi í miðverjuni, greiddi eisini frá fyrimunum við vøllinum á Toftum.
– Vøllurin er minni, og hini liðini hava minni pláss at spæla á. Tað er ein fyrimunur hjá okkum, sigur hann.