FSF: Jóan Símun verður ikki við

Fótbóltssambandið staðfestir í kvøld, at Arminia Bielefeld ikki vil leysgeva Jóan Símun Edmundsson

Trý avboð eru komin til venjingardystin móti Litava, og UEFA Nations League dystirnar móti Lettlandi og Malta. Í fyrstu atløgu eru Hilmar Leon Jacobsen og Kristian Joensen boðsendir, skrivar Fótbóltssambandið.

Jóan Símun Edmundsson, Andreas Lava Olsen og Tórður Thomsen vera ikki við í føroyska A-landsliðshópinum við monnum, sum í næstum skal spæla ímóti Litava, Lettlandi og Malta. Sóttarhaldsreglur í Týsklandi gera, at Jóan Símun ikki er tøkur hesaferð, meðan smávegis skaðar eru orsøkin til, at Andreas Lava og Tórður hava givið avboð.

Í staðin hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari, sent boð eftir Hilmari Leon Jakobsen úr HB, og Kristiani Joensen úr KÍ. Sosatt telur hópurin 24 spælarar, tá ferðalagið flýgur til Litava tíðliga týsmorgunin.

Mikudagin 11. november klokkan 17:00 spæla Litava og Føroyar venjingardyst í Vilnius, og síðan eru seinastu dystirnir í UEFA Nations League á skránni. Leygardagin 14. november, somuleiðis klokkan fimm seinnapartin, spæla Lettland og Føroyar í Riga, og týsdagin 17. november klokkan 19:45 spæla Malta og Føroyar á Ta Qali Stadion á Malta.

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Teitur Matras Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Noreg)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)

Odmar Færø, KÍ

Heini Vatnsdal, KÍ

Heðin Hansen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, B36

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)

Magnus Holm Jacobsen, B36

Dan í Soylu, HB

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Hilmar Leon Jakobsen, HB

Patrik Johannesen, KÍ