- Vit eru farin at hyggja eftir norskum fótbóltsvøllum fyri at kann fortreytirnar fyri einum tjóðarleikvølli í Føroyum. Í sambandi við at vit eru í fer vi at orða tørvin fyri einum tjóðarleikvølli hava vit fingið góða hjálp frá norska fótbóltssambandinum, sum vísir okkum runt til fýra ymsar leikvøllir á nøkulunda somu stødd, sum vit ynskja.
Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, og starvsnevndin er í hesum døgum í Noregi. Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum, har forsetin greiðir frá. Starvsnevndin var sunnudagin í Ålesund og hugdi at leikvøllinum, nevndur Colorline Stadion. Mánadagin gekk leiðin til Sogndal við somu ørindum. Eftir á ferðini er at hyggja at vallunum hjá Stabæk í Oslo og Komplett no Arena í Sandefjord.