FSF-Húsið í Gundadali verður nú eisini skúli

Fleiri níggjundu flokkar í Havn flyta nú niðan í Gundadal

Tað er nú greitt, at nýggja FSF húsið á Tórsvølli í Gundadali nú eisini skal brúkast til skúla.

Tórshavnar Býráð hevur fingið semju við Fótbóltssambandið um at leiga høli í FSF-Húsinum til at hýsa níggjundu flokkunum í Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum – og sostatt eisini serliga fótbóltsflokkinum í Kommunuskúlanum.

Í kvøld hevur býráðið játtað 300.000 krónur til at keypa ymiskt innbúgv til skúlastovurnar.

 

Annars skal tað innbúgvið, sum kann brúkast flytast úr hølunum sum eru, niðan í Gundadal, og har skulu níggjunduflokkarnir húsast, til nýggi Vesturskúlin verður liðugur, og eftir ætlan verður tað í 2018.

 

Kommunan og Fótbóltssambandið er samd um, at leigan skal vera 26.000 krónur um mánaðin, við ljós og varma, og tað eru 500 krónur fyri fermeturin.

 

Upprunaliga skuldi leigan vera 32.000 krónur um mánaðin, men eftir samráðingar er leigan lækkað, men afturfyri má býráðið so sjálvt rinda fyri nakað av innbúgvið.

 

Allir býráðslimir eru ikki fegnir um ætlanina. Harðligast ímóti var Jógvan Arge, tí hann heldur, at hann heldur, at hetta er ein fjaldur máti hjá býráðnum at rætta Fótbóltssambandinum eina hjálpandi hond.

 

Helena Dam á Neystabø afturvísir hesum, tí hon sigur, at hetta er neyðugt, tí at barakkirnar, sum flokkarnir húsast í, eru í so ringum standi, at tað er ikki hóskandi at hava skúla í.