FSF hevur valt tignina fram um pengarnar

Fótbóltur: Rákin av tí komersiella smakkar formanninum í FSF ikki so væl, og semja er í FSF um, at tað er mest tignarligt og hóskar seg best at halda fram saman við løgmanni

Í fjør vann HB løgmanssteypið til ognar. Í ár hevur steypakappingin hjá monnum einki navn havt, og í skipanini, sum kom út beint fyri páskir, verður kappingin bara nevnd steypakappingin hjá monnum.

Fótbóltssambandið hevur ongantíð dult, at teirra ynski hevur verið at fáa onkran at geva nýtt steyp. Ikki bara at geva nýtt steyp, soleiðis sum tað hevur verið gjørt, tá teir á Ísafirði í Íslandi hava latið Ísafjarðarbikar og Ísafjarðasúlur, og tá landsstýrið hevur latið løgmanssteyp at kappast um. Men at rinda eina árliga upphædd til Fótbóltssambandið fyri rættin at sleppa at geva eitt steyp og harvið at fáa ávís rættindi, m.a. at kappingin verður nevnd við navninum á gevaranum av steypinum og pengunum.

Í fjør royndi FSF at selja hugskotið gjøgnum lýsing í bløðunum. Tá var tað steypakappingin hjá kvinnum, sum tað snúði seg um, men eingin beit á. Í ár hevur FSF ikki lýst eftir gevara, men eygu og oyru hava verið opin fyri at finna saman við møguligum áhugaðum at stuðla, og vit hava skilt, at onkur hevur verið áhugaður.


Tignin telur mest

Men í rundskrivi til feløgini, dagfest 8. apríl, boðar FSF feløgunum frá, at steypakappingin hjá monnum fer framvegis at eita Kappingin um Løgmannssteypið ella tað sama, sum hon hevur verið nevnd síðani 1989, tá tað á fyrsta sinni varð kappast um steypið, sum HB í fjør vann til ognar.

Tá vit hava FSF bossin Torleif Sigurðsson í telefonini, er fyrsti spurningurin, um eingin hevur viljað latið pengar fyri steypakappingina.

Og Torleif Sigurðsson svarar soleiðis:

? Tað hava verið áhugað feløg, men nevndin í FSF hevur gjørt av at halda fram við samstarvinum við Føroya Landsstýri. Tað hava vit gjørt av prinsipiellum grundum. Vit halda, at tað hevur týdning, at tað er ávís tign kring kappingina, og eg haldi sjálvur, at tignin kann ikki vera hægri í Føroyum, enn at kappingin ber navnið á løgmanni, sum harvið eisini er sjálvsagdur at handa steypið.

Men hvusu stóra upphædd fáa tit frá landsstýrinum?

? Í fyrstu atløgu fáa vit einki, og eg veit heldur ikki, hvussu tað verður við tí í framtíðini, men vit arbeiða við ymiskum møguleikum, sum áttu at givið føroyskum fótbólti ? bæði feløgum og FSF ? meiri pengar burturúr steypakappingini.

Men hevur tú ráð til at vísa møguligum reklamupengum frá tær?

? Sum sagt, so er avgerðin prinsipiell, tí vit vilja heldur hava kappingina at eita kappingin um løgmanssteypið enn at eita okkurt kommersielt, og tað kann væl vera, at tað er lættari at vera prinsipiellur, tá tú ert minni kroystur, enn tá tú kennir neyðina fyri durunum, men hvat viðvíkur steypakappingini hjá monnum, so kenni eg tað soleiðis, at vit hava tikið eina avgerð, sum verður galdandi langt fram í tíðina.

Torleif Sigurðsson og Anfinnur Kallsberg, løgmaður, hava sitið á skúlabeinki saman í Klaksvík, men formaðurin í FSF undirstrikar, at tað einasta, sum landsstýrið hevur bundið seg til, er at geva eitt nýtt steyp og at løgmaður framvegis skal handa steypið.