Samtykta lógarbroytingin hjá FSF hevur við sær, at tað í framtíðini verður so, at FSF rindar dómarunum fyri dømingina, og at rokning síðani verður send feløgunum.
Og júst hetta letur upp fyri nøkrum møguleikum at samsýna, sum nýggja grein 29 í skattalógini ikki gevur.
Verða dómararnir beinleiðis løntir av FSF, kunnu hesir nevnliga vera vanligir arbeiðstakarar við teimum rættindum, sum slíkir hava.
Millum annað ber tá til at veita endurgjald fyri ferðing og uppihald. Sambært skattalógini kann endurgjald veitast fyri koyring í egnum bili í ørindum fyri arbeiðsgevaran. Endurgjald fyri beinleiðis útreiðslur (ferðaseðlar, tunnilsgjald v.m.) kann veitast, og eisini kunnu vistarpengar veitast, um arbeiðstakari er úti í ørindum í heilan dag.
Tí er væl hugsandi, at skipanin hjá fótbóltsdómarum í framtíðini verður so, at teir fáa eina beinleiðis samsýning, sum er minni enn higartil, men har hesir so fáa endurgjald eftir hægst loyvdu alemnnu takstum, soleiðis at samlaða samsýningin til dómarin kortini verður á einum støði, ið svarar til tað, sum hesir higartil hava fingið.
Hetta vil tó føra nakrar eykaútreíðslur við sær til feløgini. Tí neyðugt verður helst, at samlaða samsýningin verður nakað hægri, nú partur av henni skal skattast. Men tað tekur í øllum førum broddin av teimum avleiðingum, sum samtykta skattalógin annars vil havt fyri fótbóltin.
Og samstundis loyvir hetta, at teir dómarar, sum feløgini áseta, kunnu virka undir nýggju lóggávuni. Tí tað man vera sjáldan, at samlaða samsýningin hjá hesum fer upp um 15.000 kr. um árið.