2. deild
Argjamenn vóru í góðum lag, tá dysturin móti Sumba varð blástur av leygardagin. Við tveimum málum seint í dystinum høvdu Hans Jørgen Djurhuus og Tom Iburg syrgt fyri næsta sigrinum á rað, og brádliga er liðið nú aftur farið at hóma heiðursmerki, tó at tað neyvan verður til nakað uppflytaratos í hesum umfarinum.
Hava kært
Hjá Sumba kom tapið sum vera man illa við, nú teir stríðast við TB um sessin, sum kann geva atgongd til fótbólt í bestu deildini komandi ár. Og at seinna málið varð skotið av einum leikara, sum Sumba ikki metti hava loyvi at spæla, mundi neyvan gera lagið betri.
Sumbingar vilja nevnliga vera við, at Tom Iburg, sum altso skeyt seinna málið hjá AB, ikki hevur loyvi at umboða felagið. Hetta tí tað sambært kappingarreglunum ikki er loyvt leikara at flyta felag eftir 10. august.
Sumbingar vísa á, at tað ikki var fyrr enn 22. august, at AB sendi FSF umsókn um leysgeving, og hartil verður sagt, at hendan umsóknin ikki varð gingin á møti, tí farið var út um tíðarfreistina í grein 15 í kappingarreglunum.
Á Argjum vilja tey vera við, at leikarin hevði loyvi at spæla, tí talan ikki var um at skifta felag. Tom Iburg leikti við B36 í fjør, men í ár hevur hann verið burturstaddur, og tí metir AB ikki, at talan er um avmarking sambært kappingarreglunum.
Karl Vidtfeldt, sum er kappingarleiðari hjá FSF, váttaði eisini mánamorgunin, at leikarin hevði loyvi at spæla við AB í dystinum.
- Talan er ikki um, at leikari skiftur felag. Tað hildu vit at byrja við, og tí var umsóknin um spæliloyvi ikki gingin á møti. Síðani vórðu vit tó kunnaðir um, at leikarin hevur verið í Danmark í eitt ár, og tá er støðan ein onnur. Her fellur leikarin undir grein 14, stk. 1, har tað stendur, at leikloyvi fellur burtur, tá flutt verður uttanlands. Tí er hetta ikki ein spurningur um, at leikari flytir millum feløg, men einans um at geva honum loyvi at spæla við AB, sigur Karl Vidtfeldt um málið, sum soleiðis tykist avgreitt.
Dysturin í tølum
AB-Sumba 2-0 (0-0)
1-0: Hans Jørgen Djurhuus
2-0: Tom Iburg