FSF hevur fíggingina

130 milliónir ljóða av rættiliga nógvum. Men FSF-forsetin sigur, at felagsskapurin longu hevur mest sum allan sín part av fíggingini kláran

Fótbóltur

 

Av teimum 130 miliónunum, sum eitt nýtt stadion kostar, skal FSF sjálvt fíggja tey 35%. Tað gevur eina upphædd á 45,5 mió kr., og eftir roknskapinum hjá FSF eru hetta ikki pengar, sum felagsskapurin bara kann finna uttan víðari.

Men sambært forsetanum, so er tað metingin hjá FSF, at felagsskapurin er førur fyri at útvega peningin innan tey fýra árini, sum byggjaríið ætlandi skal taka.

- Fyrst og fremst, so hava vit í løtuni tilsøgn um 12 milliónir úr hat-trick grunninum hjá UEFA. Upprunaliga var ætlanin, at hendan upphæddin skuldi nýtast til bygging av fótbóltshøll í Skálabotni, men tann ætlanin varð endaliga slept á nýggjárinum.

- Sami UEFA-grunnur kemur eisini við nýggjari játtan í 2010. Har fer føroyski parturin at liggja um 17,5 mió kr., og so fer tað av álvara at líkjast hjá okkum. Hartil eigur FSF bygningin við Tórsvøll. Bókaða virðið á hesum er yvir 17 mió kr., og leggur tú alt hetta saman, so eru vit heilt nær teimum 50 milliónunum. Og halda hesi tøl, so megnar FSF altso at fíggja sín part uttan lántøku yvirhøvur, sigur Óli Holm.

Umframt fíggingina úr grunni hjá UEFA, so hevur FSF-forsetin eisini vónir um, at tað ber til at styrkja um inntøkugrundarlagið hjá felagsskapinum.

- Størsti parturin av okkara inntøku kemur úr útlandinum umvegis UEFA, FIFA og sjónvarpspening. Upphæddirnar frá UEFA og FIFA eru rættiliga statiskar, men vit hava eina grundaða vón um, at tað ber til at fáa munandi meira fyri sjónvarpsrættindini. So tað er avgjørt nakað, sum vit miðja eftir, sigur altso føroyski fótbóltsforsetin.