FSF hevur eisini flutt loyvi

Sum málið liggur, so hevur HB at kalla bert eina lítla flís at heingja seg í, um teirra áskoðan á málið skal vinna frama.
HB hevur áður peikað á, at teir høvdu sent leysgevingina til FSF, tá sáttmálin hjá Páll M. Joensen skuldi skrivast, men undir øllum umstøðum er hetta so ikki skrásett. Men alla ta tíð, at tað sambært kappingarreglunum áliggur feløgunum at kanna eftir, at spælaraloyvini eru í lagi, ber illa til at lasta FSF fyri hetta. Tí hóast eitt mistak varð gjørt her, so áliggur tað framvegis HB at kanna eftir, um so var.
Í aðrar mátar er møguleikin hjá HB, at tað í ár er dømi um, at FSF hevur avgreitt mál viðvíkjandi spæliloyvi umsitingarliga. Hetta tá HB kom eftir, at spæliloyvið hjá Høgna M. Joensen framvegis var í B36, har hann spældi okkurt skifti sum heilt lítil. Tá HB ikki vildi seta seg í samband við B36 um ein spælara, sum hóast alt hevði spælt við HB í eini 15 ár, gjørdi FSF av at avgreiða flytingina umsitingarliga, uttan at hetta á nakran hátt hevur kostað HB mist stig ella taptar steypadystir.
Og sum eitt kuriosum kann her nevnast, at Høgni M. Joensen eisini var ein av HB-spælarunum, sum var á vøllinum, tá HB tann 25. mars spældi móti VB/Sumba í kappingini um Løgmanssteypið. Men spurningurin er ongan tíð reistur, hvørt hann hevði rætt til hetta ella ikki.