Her á síðuni gevur Poul Michelsen hálvgum ilt av sær mótvegis FSF, sum hann sigur bara rindar fyri eina discount-loysn, tá tosað verður um leigu av vølli. Ein loysn, sum so eisini verður hareftir, staðfestir hann.
Óli Holm, formaður í FSF, vil tó ikki av álvara kennast við hesar atfinningar, og sum heild leggur hann ikki stórvegis í at fara í miðlarnar at trætast um upphæddina, sum stendur í sáttmálanum.
- Fótbóltssambandið hevur eina avtalu við Grunnin fyri Tórsvøll. Og sum eg havi skilt tað, so er tað ein avtala, sum báðir partar vóru samdir í. So eg skilji ikki rættiliga, at hetta nú skal dragast fram, sigur hann.
Upphæddin, sum FSF rindar um árið, er góðar 300 tkr. Um vøran ikki er nóg góð, eigur FSF so ikki at umhugsa at hækka hesa, ella møguliga sjálvir at yvirtaka raksturin av vøllinum, um tað loysir seg betri fíggjarliga.
- Upphæddina fari eg so ikki at diskutera her. Og vit koma so heldur ikki at yvirtaka nakran vøll. FSF skeyt 1 mió kr. í grunnin við stovnanini, og tað var so okkara partur í so máta. Viðvíkjandi undirlagnum, so havi eg skilt, at tað í heyst verður kannað, hvør orsøkin til vánaliga standin er. Og síðani verður arbeitt víðari, soleiðis at vit kunnu fáa ein vøll, sum er nýtiligur.
Vilt tú við øðrum orðum siga, at vøllurin í verandi líki er ónýtiligur.
- Nei. Men tú skalt hvørki verður serfrøðingur innan fótbólt ella annað, fyri at kunna staðfesta, at vøllurin mikukvøldið ikki var góður, sigur Óli Holm at enda.










