FSF-hall á hálva millión

Ein góð hálv millión í halli er tað, sum stendur á niðastu reglu í ársroknskapinum, sum FSF fer at leggja fyri aðalfundin komandi leygardag.

Størsta orsøkin til hallið skal helst finnast í vantandi inntøkum fyri atgongumerki. Skráin fyri heimadystirnar hjá A-landsliðnum í 2006 var á ongan hátt tann mest áhugaverda í føroyskari fótbóltssøgu.

Dystirnir móti Georgia og Litava góvu saman við finaluni um løgmanssteypið einans 772 tkr. í kassan, og tað er væl undir tað, sum eitt miðal ár vanliga gevur. Og hóast áhugin fyri A-landsliðnum onkra tíð hevur verið størri, enn hann tykist vera í dag, so er lítið at ivast í, at dystirnir komandi árið fara at fylla væl meira í pengakassan.

Soleiðis verður vanliga roknað við, at ein fullsettur Tórsvøllur gevur um eina millión í kassan. Og við heimadystum móti trimum av teimum átta sterkastu tjóðunum í heiminum, umframt Skotlandi, sum vanliga hevur tað trupult í Føroyum, skulu útlitini fyri øktum inntøkum verið heilt góð. Og verður talan um tvey lið við nógvum áskoðarum í steypafinaluni, er als ikki ósannlíkt, at áskoðarainntøkurnar í 2007 fara at tátta í tær tríggjar milliónirnar.

Hóast hallið´í 2006, er eginognin hjá FSF nærum 18 mió kr.